Føroysk sangkapping um javnrættindi

- Vit eru øll fræls, men verða vit øll viðfarin á sama hátt?

Soleiðis ljóðar arbeiðssetningurin, nú føroyadeildin hjá Amnesty International hevur gjørt av at bjóða til sangskrivarakapping um javnrættindi. Kappingin er almenn og sostatt eru øll, bæði kend og ókend, vælkomin senda sangir til kappingina, men talan kann eisini verða um eina yrking ella um eitt eitt lag.

Kappingin verður sett hóskvøldið klokkan 19, tá ið alment tiltak verður á Kafé Kaspar í Havn.

 

Tá fer Eyðun Nolsøe, sum vann sangskrivarakappingina hjá Amnesty í 1990, at framføra vinnaralagið ?Tey dansa eins og skuggar?.

 

Eisini fer Jógvan Andreas Joensen at spæla sín Amnesty sang frá 1990, ?Ljós í myrkri? og onnur løg.

 

Umboð frá Føroya deild fara at greiða frá um kappingarreglur og at greiða frá hugtakinum: Javnrættindi.

Seinasta freist at lata sang inn, er 15. juni og tá fara fýra dómarar at velja 10 sangir burtur úr, ið verða innspældir á nýggja Amnesty fløgu, sum kemur út tann 10. desember 2011.

 

Tey 10 vinnaraløgini verða kunngjørd á G! Festivalinum í summar, men trý av løgunum fáa eisini eina heiðursgáva

Í hesum sambandi verða tiltøk ymsastaðni í allan mei mánað við livandi tónleiki, har tey, sum vilja vera við í kappingini eisini fáa høvi at framføra sítt lag.

 

Í hesum sambandi verða tiltøk í Kafé Kaspar 4. mai og 26. mai,
í Tøting í Syðrugøtu
28. mai og í Leikalund í Klaksvík
12. mai.