Kvinnur, sum roykja, fáa minni børn enn kvinnur, sum ikki roykja.
Tað vísir ein uppgerð hjá landslæknanum yvir heilsustøðuna hjá føroyingum í fjør.
Uppgerðin vísir, at kvinnur, sum royktu ímeðan tær gingu við barnunum, áttu børn, sum í miðal vigaðu 136 gramm minni enn børnini hjá kvinnum, sum ikki royktu.
Landslæknin sigur, at í fjør upplýstu 83 kvinnur av 654, sum vóru við barn, fyri ljósmóðrini, at tað royktu.
Hinvegin søgdu 558 kvinnur, at tær ikki royktu og 13 kvinnur hava onki upplýst.
Talan er sostatt um 12,75 av kvinnunum, sum vóru við barn í fjør, sum royktu, fyrstu ferð, tær vóru hjá ljósmóður.
Hetta er heldur minni enn í 2009, tá ið talið á kvinnum, sum royktu í meðan tær vóru við barn, var 14,3%.
Og tað vísti seg, at børnini hjá kvinnum, sum royktu, vigaðu í miðal 3426 gramm, tá ið tey vórðu fødd, og børnini hjá kvinnum, sum ikki royktu, vigaðu 3562 gramm í miðal.