Í kvøld fer tiltikni Ólavur Presley at framføra og undirhalda í kovboybarrini Maverick í Klaksvík Tað er ikki hvønn dag, at Ólavur framførir alment - tað má næstan sigast at vera sum lundi á Jólanátt. Seinast Ólavur Presley sang alment, var í 2004, tá ið hann var oddamaður í bólkinum Rag Rags.
Ólavur Presley er ein av slóðarunum innan føroyaskan LIVE tónleik. Sjálvt um teir ongantíð hava givið fløgu (ella plátu) út, so er millum annað ?Mín dingeling? og ?Fepur? væl kendir sangir. Eisini eru livandi og teatralsku framførslurnar frá 70-unum tiltiknar. Pall-showið umfataði millum annað striptease, og einaferð simuleraðu teir eina heinging av Ólavi.
Men Ólavur fer neyvan at kasta klæðini og ei heldur lata seg heingja í Maverick í kvøld, men eina livandi framørslu, tað kunnu fólk vænta.
Í nátt verður eisini møguligt at syngja karoeke í Maverick, og leygarkvøldið fer Hans Hjalti Skaale at syngja og undirhalda í Maverick.