Leygardagin 9. juni verður stór føroysk regatta í Ishøj. Í mong ár hevur hetta føroyska treffið verið tað størsta uttanfyri Føroyar. Og árið í ár veður allarhelst onki undantak, tí tiltakið, sum nú hevur 25 á bakið, bjóðar eina spennandi og fjølbroytta skrá. Útisetin Gunnar Nolsøe setir stevnuna klokkan eitt seinnapartin, síðani verður kappróður, steypahandan, livandi tónleikur, fótbóltur millum Danmark og Holland á stórskýggja og ymiskur matur á skránni. Eisini spælur væl umtókti føroyski bólkurin All That Rain til dans. Fyriskipari er róðrarfelagið í Ishøj, Neystið, sum hava morgunmat sum tað seinasta á skránni. Tey boða frá, at breitt ferðasamband er við s-tokinum og við náttarbussinum millum regattaøkið og danska høvðusstaðin.
Kelda: FO Invasion










