Hondbóltur
Malan, sum er 26 ára gomul, lesur pedagogik í danska høvuðsstaðnum. Á yvirbygninginum til lesnaðin er rættiliga frítt, hvørjar lærugreinar verða valdar. Og ein møguleiki er eisini at fara í starvsvenjing.
Hendan møguleika valdi Malan at gera nýtslu av, og hon fekk pláss á ráðhúsinum, har »Overborgmesterens Sekretariat« leitaði eftir einum lesandi, sum vildi í starvsvenjing. Og fyri tveimum vikum síðani byrjaði Malan so í hesum sessinum.
Talan skal skrivast
Sum so mong í bæði Føroyum og Danmark, so sat Malan nærum kleind at skíggjanum, meðan EM-endaspælið í hondbólti var á skránni. Og sum vera man, so gjørdist spenningurin ikki minni, so hvørt sum danska gulltokið trumlaði alla mótstøðu til viks.
- Tá eg seinasta fríggjadag á arbeiðsplássinum fekk at vita, at danska landsliðið skuldu feirast á Ráðhúsiðnum, um teir vunnu gull, var eg kvik at bjóða meg fram. Eg var tí nokk eyka spent sunnudagin, tá finalan varð spæld, sigur Malan frá.
Til stuttleikar kann nevnast, at hátíðarhald fyri donskum hondbólti ikki er heilt ókent hjá Maluni. Í 1984 var hon eisini til staðar, tá donsku jarnkvinnurnar komu heim við gulli. Ta ferðina var tað tó á sjálvum Ráðhúsplássinum – og ikki inni á sjálvum Ráðhúsinum – at hon helt til.
- Og mánamorgun til arbeiðis fekk eg at vita, at eg kundi sleppa at byrja uppá taluna, sum Ritt Bjerregaard skuldi halda fyri landsliðnum. Tað var rættiliga óveruligt at sita og skriva eina talu, sum alt Danmark, og fleiri við, skuldu hoyra seinni tann dagin. Tað varð tó ikki heilt mín tala, tí hon varð væl rættlisin, og eg vil eisini undirstrika, at feilurin viðvíkjandi býnum ikki var mín.
- Tá talan var skrivað, vóru enn nógvir tímar eftir, til landsliðið skuldi koma á Ráðhúsið, og eg var sera spent. Eg hevði fingið loyvi at »smugla« eina vinkonu við inn á Ráðhúsið tann dagin, so vit vóru sera spentar, tá klokkan nærkaðist 17.
Nógva hetju-myndir
Røðan, sum Malan altso sín stóra lut í, vrð hildin í øllum góðum. Aðrar røður skuldu sjálvandi eisini haldast, men síðani kundu tey flestu taka sær meira av løttum. Millum annað við siðbundnu pannukøkunum.
- Eg og vinkonan, Hildur, royndu so at fáa myndatøkur saman við og autografar frá spælarunum. Og tað gekk mikið væl. Vit fingu autograf frá øllum uttan Lars Rasmussen, sum fór avstað rættiliga tíðliga. Harafturat fingur vit nógvar myndir. Og nú er so eingin ivi um, at so leingi eg eri í starvsvenjing, so verður tað eg, ið sleppi at standa fyri hondbóltstiltøkum, um nakað verður, sigur Malan brosandi.
Mynd: Hvidt og eg
Tað gekst væl hjá Maluni og Hildur at fáa orð á donsku hetjurnar. Kasper Hvidt var kanska størsta hetjan av øllum, og her sæst hann saman við Maluni
Mynd: Nøddesbo og eg
Mynd: Boldsen
Joachim Boldsen hevur í fleiri ár verið ein av ímyndunum av danska manslandsliðnum. Her eru Malan og Hildur avmyndaðar saman við stórspælaranum