Umframt heiðurslønir fyri bestu grein, besta innslag og bestu mynd, fara føroysk miðlafólk nú eisini at lata serliga Winther-heiðursløn.
Aftur í ár fer Felagið Føroysk Miðlafólk at heiðra bestu journalistisku avrikini í 2012. Heiðurslønirnar verða latnar 26. januar 2013 á ársveitsluni hjá Føroyskum Miðlafólkum. Endamálið við degnum er at heiðra tí besta av tí besta, sum miðlafólk hava gjørt í 2012. Samstundis er vónin, at tiltakið kann vera við til at stimbra og hækka støðið á føroyskum journalistikki, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Eins og í fjør, verða heiðurslønir latnar í fimm bólkum:
- Ársins innslag
- Ársins sending
- Ársins grein
- Ársins pressumynd
- Winther-heiðurslønin
Sum nakað nýtt er tað, sum í fjør varð kallað Ársins dekningur, broytt til eina serliga høgt metta heiðursløn, sum eisini fevnir um eina peningaupphædd. Hendan virðislønin hevur fingið heitið Winther-heiðurslønin.
Winther-heiðurslønin verður latin journalisti ella journalisttoymi, sum við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki miðvíst hevur viðgjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið.
Winther-heiðurslønin er nevnd eftir Niels Winther (1822-1892).
Niels Winther var ein slóðbrótari í føroyskari miðlasøgu og gav út fyrstu føroysku avísina, Færingetidende, í 1852.
Í føroyska blaðheiminum var Niels Winther ein tann fyrsti at brúka nýggja, grundlógartryggaða rættin til talu- og skrivifrælsið, tá hann í Færingetidende varpaði kritiskt ljós á ráðandi stættina í Føroyum. Hann varð tí hóttur eftir lívinum, men heldur enn at bakka, valdi hann at prenta hóttanina í blaðnum.
Niels Winther varpaði somuleiðis ljós á einahandilin, sum hann helt hevði snýtt við søluni av tubakki. Fyri hetta fekk hann eina bót á 600 ríkisdálar ein ovurhonds stór upphædd tá á døgum, sum samstundis gav Færingetidene mønustingin.
Niels Winther virkaði í eini rembingartíð, fjart frá okkara gerandisdegi. Men hann hevði eitt dirvi og ein integritet, sum eigur at vera drívmegin í øllum journalistiskum arbeiði, verður sagt í tíðindaskrivinum
Dómsnevndin verður eins og í fjør mannað við fýra óheftum fakfólkum, sum gjøgnumganga alt tilfarið. Síðani verða tilnevningar gjørdar, og sama nevnd velur síðani endaligu vinnararnar.