Føroysk pinkubørn fara fyrst í barnaansing

Føroyar eru í oddinum í Norðurlondum at senda tey allar minstu børnini í barnaansing. Tá talan er um at lata børn undir eitt ár verða ansaði úti, liggja Føroyar greitt oman fyri hini Norðurlondini. Fimta hvørt barn undir eitt ár verður ansað í vøggustovu ella aðrari ansing.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Sagt verður, at tá børnini eru eitt ár, liggur Danmark á odda í at børnini vera ansaði úti, og Føroyar eru á øðrum plássi. Í Føroyum vera trý av fýra børnum millum 1 og 2 ár ansaði úti. Í Svøríki og Finnlandi er sera óvanligt at børn undir eitt árs aldur verða ansaði úti.

Hesi millum onnur hagtøl eru at finna í Norðurlendsku Árbókini 2009, sum er útkomin í dag. Í bókini eru sambærlig hagtøl um mong viðurskifti í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra, Svøríki, Føroyum, Grønlandi og Álandi.

Til ber at fáa ókeypis atgongd til ein dátugrunn við túsundvís av tølum um norðurlendsk samfelagsviðurskifti. Dátugrunnurin og Norðurlendska Árbókin 2009 í pdf sniði eru at finna á www.norden.org.