Føroysk perla á Summar Festivalin

Vísubólkurin Safir pakkar sínar frálíku sangir í viðførið og setir í august kós ímóti Klaksvík, har teir fara at spæla á Summar Festivalinum í august Tað var í 1996, at Safir kom við sínari einastu útgávu higartil. Meðan aðrir bólkar royndu at blása alt um koll við hørðum, alternativum rocktónleiki, legði Safir á ein annan bógv. Við einføldum útsetingum av egnum sangum fingu teir fastatøkur á føroyingum, og perlurnar hjá Safir eru framvegis at hoyra.

Sangir sum Høgra Jam, Tú ert so deilig, Mánin og aðrir fullu væl í oyrað, og teir eiga sítt sjálvsagda pláss onkra staðni mitt í føroyska sangskattinum frá 1990?unum.

Safir hevur spælt av og á seinnu árini, men teir hava ikki verið á palli á Summar Festivalinum. Tað verður broytt í august mánaði, tá ið Tór Verland Johansen og Janus Trygvason seta kós norður til Klaksvíkar og hava allar sínar frálíku sangir í viðførinum.