Partabrøvini í Eik Banka og Atlantic Petroleum vóru tey, sum hækkaðu mest á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík í gjár Dagurin í gjár royndist væl hjá partaeigarunum í Eik Banka og Atlantic Petroleum á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík.
Virðið á partabrøvunum í Eik Banka hækkaði heili 43,12 prosent, og hækkingin hjá Atlantic Petroleum var um 40 prosent, skrivar Morgunblaðið.
Partabrøvini í Føroya Banka hækkaðu eisini. Sambært blaðnum hækkaðiu virðið á teimum 0,63 prosent.