Danska reiðaríið, Norden, hevur bílagt fýra GreenSteam-skipanir frá føroyska Decision3 GreenSteam hevur verið nýtt umborð á einum skipi hjá Norden í longri tíð, og felagið hevur skipað fyri óheftum kanningum av GreenSteam í hesum tíðarskeiði.
Í kanningum er eitt skip, har GreenSteam hevur verið nýtt, sammett við átta systurskip, og niðurstøðan vísir, at orkusparingin er minst 2,5% við føroysku tøknini umborð.
Dánjal Jákup Jacobsen, stjóri í Decision3, sigur, etta er ein umráðandi varði á vegnum hjá virkinum.
- Vit kunnu nú ásanna, at skipanin hevur prógvað sítt virði fyri kundan. Vit eru samstundis fegnir um, at samstarvið heldur fram við Norden, eitt serstakliga dygdargott reiðarí, sum leggur stóran dent á bæði góðsku og umhvørvi. Og vit meta teirra val av okkara skipan sum eina greiða váttan av praktiska virðinum í GreenSteam, sigur Dánjal Jákup Jacobsen.
GreenSteam er ein nýggj loysn, sum betrar orkueffektivitetin hjá skipum. GreenSteam nýtir framkomnar, støddfrøðiligar tilgongdir og byggir á fleiri ára gransking og menning hjá Decision3.
Skipanin nýtir sjálvvirkandi innsavnan av dátu frá einstaka skipinum, millum annað frá serliga mentum radarum, ið máta bylgjurnar rundan um skipið.
Decision3 varð heiðrað av Vinnuhúsinum sum Ársins Átak í 2008 og varð í 2009 tilnevnt eitt av teim 50 ?Cleantech? virkjunum í Norðurlondum við størstu vakstrarútlitum.
Íløgufeløgini Framtak og P/F Royndin gjørdu í 2009 íløgu í Decision3 og eiga saman við starvsfólkunum virkið.









