Orðabókagrunnurin hevur fingið heimasíðu og hevur nú lagt Móðurmálsorðabókina á netið
Við nýggjum viðtøkum í 2003 gjørdist grunnurin minni heftur at øðrum stovnum og verður tí sum frá líður sjónligari. Fyrsta útgávan hjá grunninum undir egnum navni er á neti heldur enn á prenti ? áðurnevnda netútgáva av føroysku orðabókini.
Orðabókagrunnurin hevur fingið heimasíðuna www.obg.fo.
Føroyska orðabókin ? móðurmálsorðabókin - kom út fyri níggju árum síðani. Í tíðindaskrivi sigur orðabókagrunnurin, at sum meginregla eiga allar meginorðabøkur at verða endurskoðaðar og givnar út av nýggjum. Grunnurin fyrireikar í løtuni orðabøkur millum føroyskt og týskt og millum føroyskt og danskt, men enn vanta orðabrýr til onnur stór heimsmál og grannamál, umframt at stórur tørvur er á serligum orðabókum, til dømis skúlaorðabókum, tøkniorðabókum og teldutøkum orðabókum.