Leygarkvøldið 6. apríl fara føroyskir útisetar at framføra fýra konsertir í Operaen á Christiania í Keypmannahavn. Tiltakið verður rópt OPERAtion Færøerne, tí talan er einans um føroyskar tónleikabólkar og at tiltakið verður á Operaen.
Operaen er eitt gamalt og kent spælistað á Christiania, ið innanvert er málað og pyntað sum eitt gamalt sirkus. Tað er heldur ikki heilt ókent millum føroyskar útisetar, tí fyri nøkrum árum síðani var eitt annað føroyskt tiltak har, tá Týr og Boys In A Band spældu.
6. apríl vitja so føroyingar og føroyskir tónleikabólkar aftur á staðnum, ið liggur beint út til tiltiknu Pusherstreet, ið er høvuðsgøtan á Christiania.
Bólkarnir, sum framføra eru Swangah Dangah, Uni Debess & The Tomcats, Dánjal og MonkeyRat, umframt plátuvendarin Polyester, sum sambært fyrireikarunum er ein kend ung persónligheit millum føroyingar. Tey vilja tó ikki avdúka, hvør viðkomandi er áðrenn tiltakið.
Dyrnar í Operaen lata upp klokkan 22.00.
Les annars meiri um tiltakið her: www.facebook.com/events/182052975275267/
Myndir: Rólant Waag Dam hevur tikið myndina av Operaen, meðan Eyðun Müller Thomsen hevur gjørt plakatina