Vinnulív og mentan
- Hetta er víðskygt og vísir, at tað eru vinnulívsfólk til, sum hava áræði.
Við hesum orðunum tók Sunleif Rasmussen, tónasmiðjur, í morgun ímóti einum stórfingnum stuðuli frá føroyska oljufelagnum, Atlants Kolvetni.
Sunleif Rasmussen hevur skrivað fyrstu føroysku operuna og tað var fyri hana, at hann fekk stuðulin frá føroyska oljufelagnum.
Atlants Kolvetni verður væntandi oljuframleiðandi felag næsta ár, tá ið tað fer at bora olju í Chestnut- økinum.
Og í tí sambandi hevur felagið gjørt av at stuðla føroysku operuni við virðinum av allari teirri olju, sum verður borað upp tann fyrsta dagin.
Talan er um einar 1000 tunnur av olju, sum eru 400.000 krónur verdar.
Eiga at geva nakað aftur
Tá ið Vilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni, handaði Sunleifi Rasmussen, gávuna, vísti hann á, at tað eru mong dømi um, at vinnulívið stuðlar mentan.
Hann nevndi, at skilagóða føroyska oljulóggávan og semjan við bretar um markið, skapti karmarnar fyri virkseminum hjá Atlants Kolvetni.
Karmarnir vóru so mikið skilagóðir, at Atlants Kolvetni varð eitt tað størsta partafelagið í Føroyum eftir fáum árum, segði hann.
-Afturfyri heldur Atlants Kolvetni tað vera rætt at átaka sær samfelagsliga ábyrgd.
Vanliga lata feløg samfelagnum pening aftur við skattum og avgjøldum.
- Við øðrum orðum verður peningur tikin inn í landskassan, har almenna umsitingin og politiska valdið síðani býta peningin út aftur til ymisk endamál.
- Í bardaganum um almennar krónur er mentanin ofta tapari og nevndin hevur tí hildið tað vera rætt at stuðla einum mentanarligum átaki
Vilhelm Petersen sigur, at styrkin hjá Atlants Kolvetni er, at felagið er rótfest í Føroyum og tað hevur stóran týdning.
- Hendan styrkin verður ment við at felagið stuðlar føroyskari mentan.
Hann helt eisini, at fyrsta, føroyska operan er einastandandi hending í føroyskum mentanarlívi og Atlants Kolvetni ivaðist ikki leingi í, at tað var rætt at stuðla akkurát hesum tiltakinum.
Her er talan um operuna Í Òðamansgarði, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað eftir skaldsøguna í Óðamansgarði, ella Den Gale Mands Have hjá Williami Heinesen.
Umframt at bora eftir olju í Chestnut- økinum næsta ár, hevur Atlants Kolvetni eisini fingið loyvi at leita eftir olju í tveimum øðrum økjum.
Og tey bæði økini hevur Atlants Kolvetni gjørt av at nevna eftir tveimum av fólkunum í søguni og operuni.
Sostatt eitur annað øki Stella Kristina og hitt eitur Marselius.
Víðskygt
Tá ið Sunleif Rasmussen takkaði fyri stuðulin nevndi hann, at sambandi ímillum vinnulív og list er gamalt, men í takt við at fólkaræðið vann fram og peningurin kom inn í ta demokratisku skipanina, fór stuðulin til mentanina at minka og minka.
Tí fegnaðist hann um, at eitt oljufelagið hevði gjørt av at stuðla einum mentanarligum tiltaki so dyggiliga, sum tað her er talan um.
- Hetta er víðskygt og vísir, at vit hava vinnulívsfólk, sum hava áræði, segði hann.
Hann hugleiddi eisini um, at tað kundi sigast at vera eitt ávíst samband ímillum oljufeløg og list, tí bæði alla tíðina at leita og royna at finna nýggjar leiðir.
Operan, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað, er ikki ein vanlig opera.
Tað er talan um søguna Í Óðamansgarði, sum Sunleif hevur skrivað til opera. Men her hevur hann fingið bæði sjónleik, ballett, sang og tónleik smelta saman til eina eind.
Hann segði, at hann hevði leingi havt eitt gott eyga til hesa søguna hjá Williami Heinesen, tí hon rúmar so nógv, serliga er hon full av ímyndum.
Tey eru í fullari ferð við venjingarnar, og hon verður framførd í Norðurlandahúsinum 12. oktober.