Føroysk oljuleiting týdning fyri bretar

Nú komandi útbjóðingin á bretskum øki longu er vorðin útsett í eina tíð og helst verður tað nakað enn kemur tað væl við hjá bretskum myndugleikum og ídnaðinum, at føroyingar nú hava sett hol á sína fyrstu útbjóðing. Bretski oljumálaráðharrin heldur, at hetta kann hava stóran týdning fyri bretar eisini.

Millum mongu gestirnar á altjóða oljuframsýningini í Stavanger vóru eisini einstakir ráðharrar, sum hava stóran áhuga fyri gongdini í Føroyum, nú tey fyrstu oljuloyvini eru latin oljufeløgum.

Sosialurin hitti nýggja bretska kvinnuliga orku- og oljumálaráðharran, Margareth Lidell eftir fundin hon hevði við føroyska starvsbróðurin, Eyðun Elttør. Tað var eftir ynski frá bretum, at hesin fundurin kom í lag. Tað var annars ein fundur millum táverandi oljumálaráðharran í Bretlandi og Eyðun Elttør á júst sama stað á ONS í Stavanger, sum fekk gongd á aftur samráðingarnar millum føroyingar og bretar um markið.

Hesaferð var fundurin tí meira á vinarligum og samstarvsligum støði. Eyðun Elttør sigur seg vera sera væl nøgdan við fundin, sum hann kallar eina roynd at byggja brýr millum Føroyar og Bretland á oljuøkinum. -Nú vit ikki longur skulu brúka tíðina uppá at loysa eina marknatrætu, fáa vit betri tosað um felags áhugamál og ítøkiligt samstarv.

Eyðun Elttør sigur við Sosialin, at tað er greitt, at bretar vilja hava samvinnu við føroyingar, tí hetta kann hava týdning fyri bretska oljuídnaðin, sum ikki hevur fingið nóg nógv arbeiði burtur úr oljuvirkseminum vestan fyri Hetland. -Ein útbjóðing stendur fyri framman á bretskum øki, sum tó er vorðin útsett vegna nýggjar umhvørvisligar reglur. Eg ivist ikki í, at tá teirra útbjóðing fer í gongd, so fer eisini hon at hava týdning fyri alt økið her á Atlantsmótinum. Við teimum drúgvu royndunum, sum bretar longu hava gjørt sær á djúpum vatni nær við okkara leiðir, haldi eg, at eitt samstarv kundi verið fruktagott fyri oljuleitingina og vónandi framleiðsluna í okkara øki í framtíðini sigur ein bjartskygdur oljumálaráðharri, sum fegin rættir hondina út til bretar eins og aðrar grannar, sum vilja eitt sínamillum samstarv, har báðir partar hava nakað at vinna.


Góðan fund

Bretski orkumálaráðharrin Margareth Lidell heldur seg eisini hava fingið nógv burtur úr fundinum við føroyska starvsbróðurin. -Vit høvdu sera fruktagóðar samráðingar. Bæði bretski oljuídnaðurin og stjórnin eru ovurfegin um úrslitið av fyrstu føroysku útbjóðingini. At síggja ast bretsk oljufeløg nú fáa møguleika at arbeiða í hesum nýggja økinum er eisini sera kærkomið.

Hon ynskir annars føroyingum góða eydnu og um so er, at føroyingar hava brúk fyri hjálp ella ráðgeving av nøkrum slag, so eru bretar til reiðar at geva hana. -Vit hava gjørt nógv mistøk gjøgnum árini og hava lært nógv av teimum. Kunnu vit hjálpa føroyingum við okkara royndum, so vilja vit heldur enn fegnir hjálpa.

Margareth Lidell heldur tí almannakunngerðingina av føroysku útbjóðingini vera góð tíðindi fyri bæði føroyingar, fyri bretsku stjórnina og annars alla oljuverðina.

Bretski oljumálaráðharrin sigur, at tað ikki bert eru bretsk oljufeløg sum operatørar, t.d. BP og Amerada Hess, sum eru fegin um at hava fingið fótafesti í Føroyum. Hon sær eisini, at bretskur ídnaður fær møguleikar at virka í Føroyum við tí úrsliti at hetta kann vera ein, sum hon málber seg á oljumáli, "win to win" støða fyri báðar partar.

Hon sigur annars, at arbeitt verður við at gera 19. útbjóðing á breska landgrunninum klára. Henda er vorðin útsett orsakað av nýggjum umhvørviskrøvum til oljuleiting, sum eru komin í gildi eftir trýst frá Greenpeace. Margareth Lidell sigur, at hóast mangir brunnar eru boraðir vestan fyri Hetland uttan úrlists, so er tað ætlanin hjá stjórnini at halda fram við at bjóða øki út á Atlantsmótinum. Hon dugir ikki at siga, um hetta verður í hesum árinum, men bert, at tað verður skjótast tilber.

Bretski oljumálaráðaharrin dylur ikki fyri, at føroyska útbjóðingin verður sera positivt móttikin av bretskum myndugleikum, tí hon gevur eisini vónir til bretska partin av Atlantsmótinum.