Oljuleiting
Á 3. hædd í Nólsoyarstovu í Gongini í Havn er spenningurin stórur í hesum døgum. Hvønn morgun fáa tey nýggjastu tíðindini frá boriskipinum West Navion um, hvussu gongst við boringini skamt frá markinum. Wilhelm Petersen, stjóri í føroyska oljufelagnum Atlants Kolvetni, veit alt, sum er vert at vita um boringina, men hann heldur kortini tætt inn at sær. Eins og starvsfelagi hansara, Ben Arabo hjá Amerada Hess í Hanusargøtu 2 í Havn, hevur hann fullkomna tagnarskyldu. Einki ? ikki ein tann einasti upplýsingur, sum kann avdúka, hvønn veg tað ber við hesi kanska mest týðandi boringini á Atlantsmótinum í skjótt 10 ár, skal út til almenningin. Og soleiðis verður tað, til teir eru heilt lidnir við boringina einaferð seint í oktober ella tíðliga í november.
Sunnudagin hava tey borað í fimm vikur. Í allarbestu líkindum. Fyri føroyska oljufelagið er hetta enn ein sveinaroynd, tann fyrsta uttan fyri Føroyar. Atlants Kolvetni er við í boringini við 1% og hevur møguleika at økja um sín part til 2,5%. Wilhelm Petersen hevur stórar vónir um boringina, tó at hann enn einki kann upplýsa um gongdina. Eitt av starvsfólkunum hjá felagnum, Sigurð í Jákupsstovu, ið er útbúgvin bori- og reservoirverkfrøðingur, hevur fingið loyvi frá Amerada Hess at vera við í arbeiðinum á høvuðsstøðini hjá Hess í Aberdeen, har tey fáa øll data frá boringini á borðið. Hann var eisini við til allar fyrireikingarnar. Hetta er sjálvsagt við til at útvega know how til felagið. Wilhelm Petersen sigur, at felagið longu hevur lært nógv av hesum samstarvi. Endamálið hjá felagnum er eisini at kunna byggja upp eina vitan og ekspertisu, sum ger, at felagið kann vera við tí praktiska arbeiðinum í sambandi við boringar í framtíðini.
Atlants Kolvetni eru við í trimum kanningarloyvum á Atlantsmótinum. Einum á føroyska landgrunninum og tveimum á bretskum øki. Hetta fegnast stjórin Wilhelm Petersen um men heldur fyri, at tað eisini er umráðandi fyri teir skjótast til ber at koma sær uppí framleiðandi felt. Tí hava teir nú í eina tíð ligið framvið at keypa seg inn í smærri framleiðandi felt, í fyrstu atløgu í bretskum øki. Felagið hevur fingið myndugleikagóðkenning frá DTI, tí bretska ídnaðarmálaráðnum. Henda góðkenning letur dyrnar upp fyri at kunna keypa seg inn í verandi felt. Wilhelm Petersen sigur, at teir vónandi innan rímuliga tíð fara at keypa part av framleiðandi felti. Uppá fyrispurning hvørjar upphæddir talan kann vera um nevnir hann tøl sum 10 og 15 mill. kr. Endamálið við slíkum keypi er at kunna fáa inntøkur (cash flow) og ikki bara vera við í nøkrum kanningarboringum, sum ein ikki veit nær og um tær fara at geva inntøkur.
Í hesum sambandi fer felagið um stutta tíð at seta ein oljuøkonom. Í løtuni viðgera tey umsóknirnar. Í dag starvast 3 fóllk fast hjá felagnum, ein skrivari, stjórin og ein boriverkfrøðingur.