Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Áhugin fyri at leita eftir olju og gassi á Atlantsmótinum er aftur farin at vísa seg av álvara. Úrslitið av 22. útbjóðingini á bretska landgrunninum vísir, at oljufeløg nú av álvara eru farin av seta ljóskastaran á økini vestan fyri Hetland og her ikki minst økini, sum liggja tætt upp at føroyska markinum.
Fleiri av teimum stóru oljufeløgunum eru við. Eitt nú BP og Shell, ChevronTexaco, ENI og Statoil, Amerada Hess, BG, Total, Dong og síðani fleiri onnur smærri feløg so sum OMV og síðani tey bæði føroysku oljufeløgini, Føroya Kolvetni og Atlants Kolvetni.
Áhugavert er at síggja, at Føroya Kolvetni er við í fleiri loyvum, og at tað haraftrat er vorðið fyristøðufelag í tveimum loyvum. Hitt føroyska oljufelagið, Atlants Kolveteni er við í einum av loyvunum. Tey hava lut í tilsamans sjey loyvum, sum m á sigast at vera nógv.
Vit síggja, at eitt felag sum ChevronTexaco er við í rættiliga nógvum loyvum, og hetta bendir á, at úttalilsini hjá umboðum fyri felagið eitt nú á oljuráðstevnuni í Føroyum í fjør, stava frá einum veruligum ynski um at finna olju og gass á Atlantsmótinum. Felagið er fyristøðufelag í ikki færri enn fýra loyum, saman við feløgum sum Dong, Statoil, OMV og Føroya Kolvetni. Loyvini, sum nú eru latin, eru kanningarloyvi, uttan at feløgini hava bundið seg til at bora. Men í ávísum førum eru brunnar á skránni so sum hjá ChevronTexaco og Dong í økjum nær markinum.
Samanumtikið ber til at siga, at 22. runda í bretskum øki kann fáa postivar avleiðingar fyri 2. rundu á okkara landgrunni. Hugsandi er at fleiri av feløgunum eru áhugað í at bjóða uppá loyvi, sum liggja beint hinumegin markið, har tey hava fingið loyvi á bretskum øki. Nú meira enn tveir mánaðir eru eftir til umsóknir skulu vera inni, og loyvini longu eru latin í bretskum øki, so hava jarðfrøðingarnir og onnur fólk hjá oljufeløgunum nú møguleika til at »kasta« seg yvir føroysku útbjóðingina og brúka kreftir uppá hana. Hinvegin ber eisini til at hugsa sær, at tey feløg, sum hava fingið fleiri góðar bitar í bretsku runduni, vilja hava eina pausu og leypa 2. rundu á føroyska landgrunninum um. Tað kann gera seg galdandi fyri nøkur feløg, men fyri tey stóru feløgini, sum hava eina strategi á Atlantsmótinum og sum veruliga trúgva uppá framtíðar møguleikar her, vil tað eisini vera náttúrligt at rokna við, at tey vilja kanna sær teir góðu bitarnar hinumegin ? tvs. okkara megin markið eisini, soleiðis at tey hava samanhangandi loyvi tvørtur um markið.










