Føroysk og Mäori tónlistarlig samanrenning á nýggjari fløgu

Føroyski jazzbólkurin Yggdrasil hevur gjørt samstarv við ný sælendska tónleikaran Richard Nunns, og í næstum kemur ein heldur forvitnislig fløga á gøtuna, sum úrslit av hesum samstarvi. ?Seta?, ið fløgan eitur, er eitt hugtakandi samstarv millum føroyska ljómliðið Yggdrasil og ný sælendska tónleikaran og tónaskaldið Richard Nunns, sum júst er heiraður við ? Queens Service Medal? fyri sítt arbeiði í at varðveita Mäori siðbundna tónleikin og ljóðføri. Fløgan kemur á gøtuna 17.juni.

 

Upptøkurnar av tónleikinum, ið tey kalla eksperimenterandi náttúrarjazzur, fóru fram í fjør í Klæmintsgjógv á Heystoynni og í upptøkuhølunum hjá Jónas Bloch á Velbastað.

 

Richard Nunns spælir á ymisk slagverk, hetta verið seg ymiskar skeljar, goggur, steinar og ymsar floytur eftir mäoriskari siðvenju. Aldusuð, áartutl, vindur og steinaskvatl eru millum náttúruljóðini, ið saman við føroysku tónunum frá Yggdrasil, skapa eitt serligt ?ljóð postkort? - Ein ljóðmynd av Føroyum við einum nøkrum mäoriskum tónum.

 

Tónleikarar: Heðin Ziska Davidsen, Kristian Blak, Mikael Blak og Richard Nunns.

Ljóðbland: Heðin Ziska Davidsen og Jónas Bloch.

Náttúruljóðupptøkur: Helgi Jacobsen

Prýtt húsan: Phillippe Carré

Húsasniðgevi: Niels Arge Galán

 

Útgávudagin, mikudagin 17.juni kl.16.30 verður móttøka í Tutl ? Føroyski tónleika depilin á Káta Horninum.