Føroysk nummarpláta seld í USA

Mangt er undarligt og mangt undarligt kunnu fólk fáa sær at samla upp á

Tað eru eisini tey, sum samla upp á nummarplátur úr øllum heimsins londum. Og tað sum onkur samlar upp á, kann onkur annar selja, tað verið seg myntir, frímerki – ella nummarplátur
Herfyri duttu vit fram á eina internet- uppboðssíðu, har alskyns lutir eru til settir til sølu.
Og millum lutirnar, sum hava verið til sølu seinastu tíðina er eisini ein føroysk nummarpláta.
Á Ebay, sum hendan heimasíðan eitur, vórða keyparar eggjaðir til at bjóða upp á føroysku nummarplátuna við væl valdum orðum um, at hetta er ein sjáldsamur lutur og øgiliga tórførur at fáa hendur á.
Og hampiliga væl hepnaðist, tí tað endaði við at seks boð komu inn áðrenn hamarin fall. Og úrslitið varð, at nummarplátan varð seld fyri 273,58 dollarar, ella góðar 1500 krónur.