Í døgunum 5. til 23. desember hendir nakað í New York, ið ikki hendir har á hvørjum degi.
Tá verður nevniliga ein føroysk listaframsýning at síggja í amerikanska stórbýnum.
Søgan byrjar við, at hjúnini Tordur og Sigrun G. Niclasen vitjaðu í New York. Har komu tey í samband við kvinnu, ið fæst við listaframsýningar vegna felagsskapin American/Scandinavian Society. Sigrun hevur hildið sambandið viðlíka og sent tilfar yvir til hennara av umleið 14 føroyskum listafólkum.
Soleiðis er íkomið, at 5 føroysk listafólk tann 1. desember leggja leiðina til New York. Tey, ið eru sloppin ígjøgnum nálareygað, eru Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, Amariel Norðoy, Kári Svensson, Astri Luihn og Eyðun av Reyni.










