Føroysk mynd á 20 krónu

Tjóðbankin fer í næstum at geva eina 20 krónu út við føroyskum myndevni

Tað vóru ikki bara turr búskaparhugtøk, sum landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen, og Bodil Nyboe Andersen, danski Tjóðbankastjórin, høvdu á lofti á fundinum seinnapartin mikudagin.
Í næstum fer Danski Tjóðbankin at geva eina serútgávu við 20 krónum myntum út, og eftir ætlan verður eisini eitt føroysk myndevnið á seruútgávuni. Tjóðbankin fer at geva út eina røð av 20 krónum, har ymisk torn eru myndevni.
Eitt føroysk torn skal prýða eina av teimum nýggju myntunum, ið skulu gevast út. Bárður Nielsen sigur, at føroyingar í næstum skulu gera av, hvat torn verður føroyska myndevnið.