Felagið Føroysk Miðlafólk er nú til reiðar at gerast ett veruligt fakfelag hjá øllum miðlafólkum Við umfatandi viðtøkubroytingum er felagið nú til reiðar at gerst veruligt fakfelag hjá øllum miðlafólkum. Uppbýtingin av limunum í fakfelagslimir og áhugalimir er sostatt farin í søguna, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Higartil hevur felagið bert havt sáttmála fyri tíðindafólk og fotografar á bløðunum, men fer nú eisini at royna at fáa sáttmála fyri sínar limir í Kringvarpinum. Seinastu tíðina hevur felagið havt stóra tilgongd av programmfólki í Kringvarpinum, sum bert ynskja at eitt felag røkir teirra áhugamál.
Hetta merkti eisini aðalfundin við at óvanliga nógv programmfólk úr Kringvarpinum møttu upp á aðalfundinum í Bridgehúsinum í Havn.
Á fundinum varð Anna V. Ellingsgaard, tíðindakvinna á Sosialinum, afturvald til forkvinnu. Hini fýra í nevndini eru Jógvan Hugo Gardar, programmfólk í Kringvarpinum er næstformaður, Álvur Haraldsen, fotografur á Sosialinum er kassameistari, Georg L. Petersen, tíðindafólk á Dimmalætting er skrivari, og Ingolf S. Olsen, programmfólk í Kringvarpinum er nevndarlimur.
Jógvan Hugo Gardar og Georg L. Petersen eru nývaldir í nevndina, sum bleiv víðkað úr trimum í fimm limir.