Føroysk Miðlafólk vara ikki av sjálvum sáttmálanum, sum journalistar og onnur programmfólk verða starvssett eftir í Kringvarpinum. Men tó skal tað standa púra greitt, at felagið undir ongum umstøðum fer at góðtaka, at nýggjasta starvssetanin av einum journalisti, sum er limur í Føroysk Miðlafólk, á sjónvarpsredaksjónini á tíðindadeildini verður strikað.
Føroysk Miðlafólk hava longu mótmælt uppsøgnunum, sum ætlanarskriv eru send út um, og felagið stendur fult út við sítt mótmæli. Felagið heldur uppsagnirnar skaða tað journalistiska fakið, tí næstan øll tey, ið ætlanin er at siga úr starvi, eru beinleiðis tengd at journalistisku framleiðsluni.
Men ætlaðu uppsøgnirnar hava als onki við nýggjastu starvssetanina á tíðindadeildini at gera, og tí mótmæla vit harðliga, at Starvsmannafelagið blandar hesi málini saman og tilvitað gruggar tey. Úrslitið kann einans verða, at starvsfólk í Kringvarpinum á henda verða sett upp móti hvør øðrum.
Føroysk Miðlafólk hava kannað umstøðurnar og niðurstøðan er greið:
Starvið á sjónvarpsredaksjónini, sum varð sett beint fyri nýggjár við virknaði frá 1. februar, varð lýst leyst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, áðrenn tað nakrantíð var upp á tal at siga fólki úr starvi á stovninum.
Starvið varð lýst leyst, tí ein sera sentralur medarbeiðari í november segði seg úr starvi. Um sjónvarpsredaksjónin skuldi vera arbeiðsfør, var tað sera umráðandi, at nýtt fólk við hollum journalistiskum royndum og royndum innan sjónvarp varð sett í staðin sum skjótast.
Tað er tað, sum er hent.
At málið við uppsøgnunum so stingur seg upp, stutt eftir at starvið á sjónvarpsredaksjónini longu var lýst leyst, er púra tilvildarligt. Øll hava havt møguleika at søkja hetta starvið – eisini fólk í øðrum størvum í Kringvarpinum, íroknað tey, sum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn.
Hetta málið ella hesi málini undirstrika bert enn einaferð, at Starvsmannafelagið ikki skilir, hvussu eitt journalistiskt arbeiðspláss virkar og enn minni, hvat journalistiska fakið er – millum annað at fakið og arbeiðsøkini eru spesialiserað, soleiðis at ofta krevjast serligir førleikar til serligar uppgávur.
Tað er bert náttúrligt, at Føroysk Miðlafólk, sum er einasta felag, ið burtur av virkar fyri journalistiska fakið, nú fer at herða strembanina eftir at fáa sáttmála fyri sínar limir í Kringvarpi Føroya.
Tískil mæla vit eisini staðiliga okkara limum í Kringvarpinum til at tekna seg úr øðrum fakfeløgnum.
Anna V. Ellingsgaard, forkvinna, Vegna nevndina í Føroysk Miðlafólk










