Jólamánaðurin hevur merkt føroyska miðlaheimim við hópuppsagnum í Dimmalætting-samtakinum og í Kringvarpi Føroya.
Føroysk Miðlafólk eru væl vitandi um, at tað fíggjarliga sansar at bæði á privatum og almennum arbeiðsplássum. Kortini undra vit okkum almikið yvir uppsagnir av starvsfólki við journalistfakligum førleika og aðrar uppsagnir, ið beinleiðis skerja journalistisku framleiðsluna bæði í dygd og vavi.
Viðvíkjandi Dimmalætting-samtakinum kunnu vit staðfesta, at fólk við journalistiskari útbúgving eru uppsøgd og somuleiðis fólk, ið hava so drúgvar journalistiskar royndir, at tey hava ognað sær journalistiskar førleikar, ið viga upp ímóti útbúgving á økinum.
Føroysk Miðlafólk er farið inn í uppsagnarmálini hjá teimum starvsfólkunum á Dimmalætting, ið eru sett eftir sáttmálanum millum felagið og Føroya Blaðútgevarafelag. Felagið er farið inn í tey málini, tí uppsagnirnar ikki eru framdar í fullum samsvari við sáttmálan, eins og nógvir ivaspurningar eru.
Hesum mótmæla vit sjálvsagt, men tann ítøkiliga viðgerðin av hesum fakliga stríðsmáli skal ikki gruggast her.
Føroysk Miðlafólk hevur tó ein grundleggjandi áhuga í at verja um journalistiska fakið. Tí harmast vit eisini stórliga nógvu uppsagnirnar av journalistum í Dimmalætting-samtakinum, sum ikki eru sáttmálasettir.
Í Kringvarpi Føroya eru uppsagnirnar ein sera dyggur smeitur fyri journalistiska fakið. Sjey av teimum átta uppsøgdu eru beinleiðis partur av dagligu framleiðsluni. Tað sum ger ilt verri, og sum er púra óskiljandi fyri Føroysk Miðlafólk, er, at kringvarpsleiðslan konsekvent hevur avgjørt at siga fólki við drúgvum royndum, og sum røkja kjarnuuppgávur í journalistfakligu framleiðsluni, úr starvi.
Føroysk Miðlafólk hevur ikki sáttmála við Kringvarp Føroya, men vit vilja við hesum harðliga mótmæla álopinum á journalistfakið og tilhoyrandi framleiðslufakið, sum er framt á Dimmalætting-samtakinum og í okkara einasta almenna miðlahúsið – í almenna Kringvarpi Føroya, ið eigur at vera fremsti garantur fyri fjølbroyttum og óheftum journalistikki.
Vegna Føroysk Miðlafólk
Anna V. Ellingsgaard
forkvinna