Føroysk Miðlafólk hartar Mentamálaráðið

Felagið heitir á ráðið at virða almennan setanarpolitikkin

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá felagnum Føroyska Miðlafólk, at Mentamálaráðið hevur sett eitt kunningarfólk í starv uttan at hava lýst starvið leyst.


Í tíðindasending hjá Kringvarpinum í gjár segði Poul Geert Hansen, aðalstjóri í ráðnum, at viðkomandi hevði fingið starvið, tí talan var um eitt heilt serligt starv, tí ber til at gera serligar avtalur í eitt avmarkað tíðarskeið.


Hesum er Føroysk Miðlafólk ósamd í, og í almennum skrivi hartar felagið Mentamálaráðið fyri starvssetanina.


- Tað er ikki ein ”serlig uppgáva” at vera kunningarfólk í almennu miðfyrisitingini. Føroysk Miðlafólk hava nógvar limir, sum eiga at fáa møguleikan at søkja eitt tílíkt starv, skrivar felagið í tíðindaskrivi, og skriva víðari í skrivinum.


- Føroysk Miðlafólk vil staðiliga heita á Mentamálaráðið um at halda og virða almenna setanarpolitikkin. Endamálið við hesum politikki er sum kunnugt, at øll skulu fáa møguleikan at søkja tey størv, sum nú einaferð bjóðast innan tað almenna. Harfrá skulu størvini so setast út frá fakligum og sakligum metingum, soleiðis at best skikkaði persónur verður settur.


Til ber at lesa alt skrivið við at trýsta á her.