Fríggjakvøldið 12. oktobur verða dyrnar latnar upp á Christiansborg.
Føroysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, bjóða til eitt rimmar føroyskt mentanarkvøld.
Á skránni hjá føroysku limunum verða konsertir við ikki færri enn trimum føroyskum nøvnum. Høgni Lisberg, ið júst hevur givið út nýggja fløgu, Uni Debess, ið somuleiðis er fløguaktuellur og alternativa føroyska kórið, Mpiri fara at framføra alt kvøldið.
Gongur sum ætlað verður dysturin millum Føroyar og Svøríki eisini at síggja.
Umframt alt hetta bjóða vit laks, ið Ársins Virki, Luna HiddenFjord, hevur latið.
Alt kvøldið verður møguleiki at hitta og práta við føroysku fólkatingsumboðini.
Skráin sær soleiðis út
18.00 Landsdystur millum Føroyar og Svøríki
18.30 Konsert við Una Debess
19.30 Konsert við Høgna Lisberg
20. 30 Kórið Mpiri
21.15 Konsert med Una Debess
22.00 Konsert med Høgna Lisberg
Við sær hevur Høgni Lisberg eisini Knút Háberg Eysturstein á tangentum og Jan Rúna Poulsen á trummum.
Øll eru vælkomin, eldri sum ung, at leita sær inn á Christiansborg og niðan á ta mætu reyðu gongina á 2. hædd.
Á somu gongd halda eisini Eindarlistin, Konservativu og Liberal Allience til hetta kvøldið.
Tiltakið byrjar klokkan 18.00
Hetta skriva fyrireikarar á Facebook.