Í dag er árliga mentanarnáttin í Keypmannahavn. Mentanarnáttin hevur verið millum best umtóktu mentanartiltøkini seinastu 25 árini, har skipað verður fyri hópin av tiltøkum.
Føroysk mentan er ikki útihýst og sleppur eisini upp í part á mentanarnáttini, sum danir kalla “Kulturnatten”.
Á Christiansborg skipa føroysku fólkatingslimirnir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, sum vant fyri fjølbroyttum tiltaki á Christiansborg.
Á skránni verður tónleikur frá JASMIN og Húsakórinum, og so verða framsýningar av føroyskum klæðum frá Marjun Heimá og Sissal Kristiansen, vinnari av Blue Fashion Challenge. Norðfra bjóðar ceviche, ein siðbundin peruvianskur rættur, úr føroyskum fiski og annað gott úr føroyska sjónum.
Umframt tiltakið á Christiansborg, verður konsert við Leu Kampmann og Hans Andrias á Norðuratlantsbryggjuni á Christianshavn klokkan 21:30.