Fríggjakvøldið verður Mentanarnátt í Keypmannahavn, og tað merkir millum annað, at føroysku fólkatingslimirnir bjóða inn til føroyskan hugna á Christiansborg.
Einaferð um árið er Mentanarnátt á skránni í Keypmannahavn, og soleiðis er aftur í ár.
Í fjør bjóðaðu føroysku fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, føroyingum og øðrum áhugaðum at vitja í Christiansborg har eitt nú føroyskur tónleikur, føroysk list og sniðgeving var at síggja.
Nú er greitt, at Sjúrður Skaale og Edmund Joensen fríggjakvøldið bjóða laks frá P/F Luna, tónleik frá Høgna Lisberg, Una Debes og kórinum Mpiri. Haraftrat verður dysturin millum Føroyar og Svøríki vísur.
Sagt verður, at øll eru vælkomin.