Føroysk marra fyri lívið

Millum teirra, sum um knappar tvær vikur skulu stríðast fyri Skotland í undankappingardystinum móti Makedonia, er Kevin Kyle, sum í dag spælir fyri Kilmarnock í skotsku Premier League.

Talan er um næsta landsdystin hjá Kyle í sjey ár, eftir at hann var ein av spælarunum, sum varð útpeikaður sum syndabukkur í 2-2 javnleikinum hjá skotum móti Føroyum á Svangaskarði í 2002.

- Eg vóni, at minnini hjá mær um komandi landsdystin verða betri, enn tey vóru um dystin fyrstu ferðina, eg var á landsliðnum. Dysturin móti Føroyum fer í grøvina saman við mær. Eg fari ongan tíð at gloyma tað, sum hendi har, men veruleikin er eisini, at eg bara 21 ár ta ferðina. Í dag eri eg 28 ár, og eg eri nógv betur fyri til at tackla tað, sum kann henda við landsliðnum, sigur Kyle við skotsku útgávuna av the Sun.

Kyle var partur av hópinum hjá Sunderland, tá hann í 2002 var í Føroyum. Eftir hetta hevur hann reikast millum fleiri feløg, men í Kilmarnock hevur hann av álvara funnið spæligleðina og málskógvarnar framaftur, og í vár var hann maðurin, sum við tveimum avgerandi málum í seinasta dystinum bjargaði felagnum undan niðurflyting.