Føroysk mannfólk vilja hava rundar damur

Vit spurdu 10 mannfólk í aldrinum frá 20 til 54 ár, hvønn kvinnukropp teimum dámar best. Niðurstøðan var greið: Mannfólkini vilja hava kvinnur við bleytum formum. Ikki ov klænar og ikki ov tjúkkar, men fittliga formaðar, sum ein gittari.

Góðgæti, mandlurís, feit sós og nógvur rómi hoyra jólunum til. Men fleiri kvinnur eru bebbaræddar fyri at njóta góða jólamatin og blíva ørar av tankanum um snurrandi baðivektir og lítlu delluna um miðjuna.

Men nú er stundin komin, har kvinnurnar skulu venda jólamarruni til lívsgóðsku.

Tí mannfólk vilja hava kvinnur við formum.


Mannfólk siga ofta, at kvinnan skal hava skap sum ein gittari. Hetta verður ofta nevnt millum mannfólk, eins og eitt tímaglas eisini verður brúkt sum dømi. Hesin pástandur er ikki heilt av leið.

Í eini roynd at prógva henda pástandin, fóru vit út til nøkur tilvildarlig føroysk mannfólk við tekningum av kvinnukroppum. Vit spurdu 10 menn í aldrinum 20 til 54 ár, hvørja av hesum kvinnunum, teir høvdu valt, og hví teir høvdu valt soleiðis.

Tvær av tekningunum vóru rættiliga líkar; ein vanlig kvinna við bleytum formum, og ein vanlig kvinna við einum lítlum búki. Annars varieraðu tekningarnar í báðar frá tí heilt stóru kvinnuni til ta heilt klønu.

Men tað vóru tær báðar í miðjuni, ið gjørdust toppskorarar. Báðar hava tær bleytar formar og skap sum ein gittari.

Spurdir hví, søgdu menninir fleiri ferðir at »hon hevur góðar formar, akkurát passaligt millum miðju og reyv«. Eisini hildu teir, at »har er ikki for nógv og heldur ikki for lítið at taka í«.

Niðurstøðan var greið: nevniliga at vanligi føroyingurin dámar væl at daman hevur rundar formar.