Elsa og Poul Jóhan Djurhuus eru nú á Malta, í Hirtshals, og loysa Grethu og Levi Joensen av, sum eru farin til Føroya. Tey verða á Malta til mars mánaða, tá Levi og Gretha taka við aftur.
Malta bjóðar til føroysk jólamøti í Esbjerg, Sønderborg og Vejle. MC Restorf og Hans Jakup á Lava spæla og syngja á øllum møtunum. Eisini verður tala og vitnisburður, har m.a. Poul Jóhan Djurhuus kemur at luttaka í talu. Tað er jólamánin, og tí verður bjóða til drekka eftir hvørt møti við føroyskum viðskera.
Germ Hansen, av Toftum, sum hevur búð nógv ár í Sønderborg, hevur 75 ára føðingardag, sama dag sum føroyska møti er í Sønderborg.
Germ og Bodil hava í mong ár havt ábyrgdina av at klárgera hølini til møtini, og hvønn mánaða vitjar Germ millum 70 og 80 føroyskar adressur í Sønderborg við eini innbjóðing til møti, sum hann sjálvur skrivar og printar út. Vit á Malta eru teimum ógvuliga takksom fyri hesa trúføstu tænastu. Germ arbeiddi fleiri ár sum vitapassari í Sønderborg inntil hann fór frá vegna aldur. Germ verður við á møtinuim í Sønderborg og tá verður høvið at heilsa upp á hann og konuna.
Skráin: Esbjerg, fríggjakvøldið 12. desember kl.19.30 í Mølleparken, Spangbjerg Møllevej 16 c
Sønderborg, leygarkvøldið 13. desember kl.19.00 í Skolehjemmet, Sønderlandevej 28
Vejle, sunnudagin 14. desember kl.17.00 í hølunum hjá Frelsunarherinum í Staldgårdsgade 4
Vit fara at heita á tykkum heima, sum kenna føroyingar í Jyllandi, at boða teimum frá møtunum.
Um onkur vil vita meiri um møtini, er ein vælkomin at ringja á telefon: +298 228314 ella 98944370 ella gjaranes@post.olivant.fo
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@post.olivant.fo








