Tórir J. Joensen
---------
Tað er gott at vísa máli okkara miklan sóma, tí málið er týdningarmesti samskiftismiðil, sum vit øll eiga at fara væl um. Nú var so »Dagur Málsins« hildin fyri fyrstu ferð í auluni á studentaskúlanum í Hoydølum, 25. mars - dagurin, tá ið V. U. Hammershaimb var borin í heim í 1819, eisini nevndur faðirin at føroyska skriftmálinum (1846). Endamálið við "Degi Málsins" er at heiðra einstakling, virki ella stovn, sum hevur verið við til at ríka føroyska málið. Sostatt var tað Jóhan Hendrik W. Poulsen, sum fyrstur fekk uppiborið henda heiður.
Tað er altíð áhugavert at lesa um tað, sum skrivað verður um føroyskt mál, og hugskotini kunnu vera mong, hvussu vit menna áhugan hjá ungum at verja og røkja málið. Eg haldi, at skúlarnir og serstakliga fjømiðlarnir eiga at ganga á odda, tí fjømiðlarnir hava stóra ávirkan á málið. Svenning Tausen, lærari, hevur skrivað um málrøkt, og Eyðun á Borg hevur verið rættiliga sjónligur at gjørt vart við seg í bløðunum; og í ár er so komin út ein bók um málrøkt, sum Róðin Thomsen hevur skrivað.
Vónandi fer "Dagur Málsins" at eggja og stimbra til kjak um tað, sum er gott føroyskt mál.