Umboð fyri FAS hava í hesi vikuni luttikið á stórari shippingstevnu Donsø Tanker Meet. Stevnan verður hildin annað hvørt ár á lítlu oynni Donsø, sum liggur í skergarðinum uttanfyri Gøteborg. Oyggin hevur bert 1500 íbúgvar, men er heimstaður hjá 12 smærri og miðalstórum reiðaríum, sum eiga og umsita størsta partin av svensku tangaskipunum.
Á stevnuni vóru fleiri enn 600 luttakarar og fingu føroysku umboðini høvi at fundast við Donsø-reiðarar, umframt umboð fyri klassarnar og aðrar útbjóðarar innan skipavinnu.
FAS, Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin, sigur í tíðindaskrivi, at eftir ætlan verða eini 20 svensk skip skrásett í FAS í heyst.
Johan Dahl, landsstýrismaður, luttók eisini á Donsø Tanker Meet, og á viðheftu mynd stendur hann undir liðini á Lars Höglund, reiðara í Sp/f Nolsø Shipping.
- Donsø-reiðarar vórðu bjóðaðir til fundar, har Johan Dahl í røðu fekk høvi at fortelja teimum um politisku ætlaninar við FAS, og at vit í Føroyum framyvir vænta at síggja alsamt fleiri útlendsk reiðarí og harav avleitt virksemi.
Landsstýrismaðurin vísti eisini á stóra tørvin hjá føroyskum stýrimonnum og maskinmeistarum at fáa siglingstíð við útlendsku farmaskipunum, soleiðis at teir kunnu fáa vinnubrøv.
- Aspirantskipan varð umrødd og kundi formaðurin í svenska reiðarafelagnum, Lars Höglund, upplýsa, at arbeitt verður við málinum og at komið er væl ávegis, sigur Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin.
Landsstýrismaðurin kunnaði eisini um Føroyar sum íløguland.
Tvey shippingfeløg, sum hava sítt dagliga virksemi innan management og umboðan av FAS-skipum, luttóku eisini á Donsø Tanker Meet, umframt tryggingarumboð.