Føroysk luttøka á donskum oktober-møtum

Indre Mission: Fyrstu dagarnar at oktober mánaði skipar Indre Mission í Danmark fyri møtum kring alt landið við heitinum “Alle tiders Jesus”.

Her verða nýttir talarar sum henda missiónsrørslan vanliga brúkar í sínum arbeiði. Millum hesar teljast tveir føroyingar, sum eisini fara at luttaka við fleiri av tiltøkunum. Heri Elttør úr Aulum verður við á møtunum í Ringkøbing, meðan Suni Johannesen luttekur við møtini á Nykøbing Falster. Ætlanin er at halda fram við hesum møtunum komandi tvey árini um somu tíð.