Í kvøld skipar MFS fyri øl-smakking í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Annika Waag, ið hevur starvast sum bryggjari á Føroya Bjór, kemur at greiða frá hvussu bjórið er bryggjað, og luttakarnir sleppa at royna úrvalið hjá Føroya Bjór.
Møguleiki verður at geva stig til hvørt øl-slagið, og eisini verður blind-smakking, har trý tey bestu fáa vinning!
Tiltakið byrjar kl. 19.00 og heldur áfram til gott 23.00.
Eftir øl-smakkingina verður livandi tónleikur við Esben Jacobsen & Janus Kampmann.
Tiltakið er ÓKEYPIS fyri limir í MFS. Onnur gjalda 50 krónur. Møguleiki er at tekna seg sum lim í MFS við dyrnar, og harvið fáa tiltakið ókeypis!










