Fótbóltur
Robbie Fowler, Andy Cole, Nicolas Anelka og Darius Vassel hava at kalla uttan eydnu roynt at hvest álopið hjá Manchester City seinnu árini. Men møguliga verður talan í framtíðini um eina føroyska loysn, tá mál skulu skjótast fyri bláa Manchester-felagið.
Í nøkur ár hevur Christian Restorff Mouritsen havt sáttmála við Premier League felagið, og nú stendur greitt, at enn ein føroyingur kemur í ungdómshópin.
Læringur í tvey ár
Um vikuskiftið skrivaði Manchester City nevnliga undir sáttmála við Adrian Cieslewicz úr VB, og hesin bindur spælaran at felagnum komandi tvey árini. Í fyrsta umfari er talan um sonevndan lærlingasáttmála. Adrian er júst vorðin 16 ára gamal, og sambært ensku reglunum, so er ikki loyvi at gera veruligan yrkissáttmála, fyrr enn spælari er fyltur 17 ár.
Tað er NAFA við Jákup í Stórustovu, sum hevur fingið sáttmálan millum Adrian, og Jákup í Stórustovu váttar eisini tíðindini um, at spælarin er seldur til enskan fótbólt.