Tær liggja ikki á tí latu síðuni, tær báðar Randi S. Vang og Jónhild Johannesen, sum vit serliga kenna frá afturvendandi listhandverkstevnuni Gluggaglæma seinnu árini. Í gjár stóðu tær klárar á Eystaru Bryggju í Havn at taka ímóti, tá verk hjá ikki færri enn 33 føroyskum listhandverkarum skuldu fáast upp á plass í eini stórari bingju, sum nú er á veg til Íslands.
Grannagróður
Í Íslandi verða verkini partur av íslendskt/føroysku framsýningini Grannagróður á Listasavninum Árnesinga í Hveragerði. Framsýningin er komin í lag, eftir at stjórin á savninum, Birna Kristiansdóttir, hevði hoyrt um føroysku framsýningina Upprák, ið Randi og Jónhild skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum og Müllers Pakkhúsi í fjør. Birna Kristiansdóttir ferðast javnan runt í Norðurlondum at kunna seg um lokalt listhandverk, og eftir at hava sæð Upprák bjóðaði hon Randi og Jónhild at skipa fyri framsýning í Hveragerði.
Tær báðar hava síðani sett seg í samband við 33 føroysk listafólk, ið tær saman halda umboða føroyskt listhandverk serliga væl bæði hvat viðvíkur dygd og fjølbroytni. Við á framsýningini verða sostatt dømi um sniðgeving, binding, tøving, videolist, grótlist, møbilsnið, leirlist, seyming, bein/hornlist, myndlist og veving. Flestu av listafólkunum hava fleiri verk við, ið eru gjørd serliga til hesa framsýningini. Í næstu viku fara Jonhild og Randi so til Íslands, har tær skulu standa fyri stóru avbjóðingini at seta óvanliga fjøltáttaðu framsýningina saman.
Íblástur til umstøður
Í Íslandi fara Jónhild og Randi eisini at kunna seg um, hvussu lista- og handverks verkætlanir sum eitt nú Gluggaglæma verða skipaðar har. Til dømis tók íslendska Forsetamálaráðið í 1994 stig til stóru verkætlanina Handverk og Hönnum, sum verður fíggjað av Forseta-, Almanna- og Vinnumálaráðunum. Birna Kristiansdóttir er í løtuni nevndarformaður í verkætlanini, ið hevur til endamáls at stimbra íslendskt listhandverk, skapa útbúgvingarmøguleikar og sum heild økja um tilvitanina um týdningin av íslendskum listhandverki bæði sum partur av landsins mentanararvi og sum týðandi partur av modernaðum íslendsku vinnulívi.
Randi og Jónhild dylja ikki yvir, at tær kundu ynskt sær eina líkandi skipan at virka undir í Føroyum. At áhugin bæði uttanlands og millum listafólk herheima fyri føroyskum listhandverki bara veksur er hendan framsýningin í Íslandi kanska besta dømi um. Men eftirhondini sum arbeiðið við hesum verkætlanum hevur vundið uppá seg, er tað eisini vorðið munandi meir orkukrevjandi. Tí hevði tað verið ynskiligt, at játtan var sett av, so umstøður og arbeiðsfriður varð at skipa hetta arbeiðið meir miðvíst og samanhangandi, siga tær báðar.
Fakta:
Føroyska listhandverksframsýningin Grannagróður verður at síggja á listasavninum Árnesinga í Hveragerði í tíðarskeiðinum 24. juni til 30. juli. Í oktober verður høvi at síggja framsýningin í Norðurlandahúsinum.
Við á framsýningini verða:
Torkil Vilhelmsen, (møbilsnið); Poulina Jóanesardóttir og Tita Winther, (veving); Oddny í Lon, Marita Guttesen, Arndis Lindberg, Tóra Bærentsen, Poulina av Steinum, Wanja Petersen og Gisley Bonde (binding); Jóna Dalsgarð, Guðrið í Stórustovu, Malan á Lofti, Inga Maria Vang, Katrina í Geil, Berit Heinesen, Randi Olsen, Anna Kristin Bæk, Jóhanna Reginsdóttir av Steinum og Dania Danilesen (snið); Ása Hátún, Hanne Lisa Falk, Maria Mørkøre, Astrid Andreassen og Guðrun Elttør (tøving og tekstil); Marita S. Sigurðardóttir og Beinta Vilhelmsen (seyming); Daniel P. Lamhauge (smykkur); Eyðun Dal-Christiansen (grótlist); Guðrið Poulsen (leirlist); Oggy Lamhauge og Jóna Rasmussen (grafikk) og Martin Mohr Olsen (videolist)