Norðuratlantshúsið í Odense letur í morgin dyrnar upp til eina framsýning við verkum eftir fimm føroyskum listafólkum. Talan er um listafólkini Pól Skarðenni, Eyðun av Reyni, Guðrið Poulsen, Joel Cole og Edward Fuglø.
- Tað er ikki á hvørjum degi, at man hevur møguleikan at kanna hvat hendir í nútíðar føroyskari list, men tann møguleikin er til staðar í morgin, tá Norðuratlantshúsið letur upp framsýningina Frænder, har fimm føroysk listafólk vísa spenni og breiddina á føroyska listapallinum, skrivar Norðuratlantshúsið í tíðindaskrivi.
Í tíðindaskrivinum verður víst á, at fleiri av listafólkunum hava eitthvørt tilknýti til Odense og Norðuratlantshúsið.
- Edward Fuglø hevur m.a. prýtt fundarhølini í Norðuratlantshúsinum við veggjamálninginum Svanedronningen, ið er ein gáva frá hansara heimbýi Klaksvík, ið eisini er vinabýur hjá Odense. Guðrið Poulsen hevur pynta garðin í Kristiansdals ungdómsbústøðum á Finlandskajen, og hevur skapt eitt stað har ung kunna njóta lívið og hvønn annan. Listaverkini hjá Joel Cole kunnu longu keypast í sølustøðum í Odense. Pól Skarðenni er heldur ikki fremmandur, tí hann hevur verið við til at skapa hellini, ið eru eitt eyðkenni hjá Odense Zoo, skrivar Norðuratlantshúsið.









