Føroysk listaframsýning í Wien

Landsstýriskvinnan við mentamálum, Kristina Háfoss, setur í dag føroyska listaframsýning í Eysturríki. Áhugaverd listabók er eisini útkomin í samband við framsýningina Stóra føroyska framsýningin verður á Leopold Savninum í Museums Quartier í Wien frá í dag fram til 7. september í ár.

Leopold Savnið varð bygt í 2001 og er ein av høvuðsbygningunum í Museums Quartier í eysturríkska høvuðsstaðnum, har fleiri onnur søvn og verkstøð liggja.

Í sambandi við framsýningina er ein sera áhugaverd bók útgivin, sum dr. Michael Fuhr og Dagmar Warming, savnsleiðari á Ribe Kunstmuseum og ráðgevi á Listasavni Føroya, hava skrivað. Eysturríkski dr. Michael Fuhr hevur valt listaverkini til bókina.

Umframt landsstýriskvinnuna við mentamálum eru aðrir føroyskir gestir bodnir við. Í ferðalagnum, sum fer til Eysturríki, eru m.a. borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Steinbjørn Jacobsen, borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, og umboð fyri Listasavn Føroya, Listafelag Føroya og felagið Føroysk Myndlistafólk boðin við.