Føroysk listaframsýning í Thisted

1. mars letur ein listaframsýning upp í Gamla Ráðhúsinum í Thisted í Danmark, har tríggir listamenn úr Fuglafirði sýna fram síni verk.

 

Á Facebook skriva fyrireikarar, at listaframsýningin letur upp 1. mars klokkan 16.00, og heldur fram til 1. apríl.

 

Teir tríggir fuglfirðingarnir eru Frits Johannesen, Øssur Mohr og Heðin Kambsdal.

 

Fríggjadagin 1. mars klokkan 16.00 letur Holgar Juul Sørensen upp fyri framsýningini, og hendan dagin ber eisini til at hitta tveir av listamonnunum.

 

Les meira um tiltakið her:

 

www.facebook.com/events/157817304375691/