Í summar verður stór framsýning við føroyskari list í Leopold Museum í MuseumsQuartier í Wien Leopold Museum er eitt hámodernað listasavn, bygt í 2001, og er ein av høvuðsbygningunum í MuseumsQuartier í Wien, har eisini Wiener Kunsthalle og MUMOK (Museum Moderne Kunst) liggja umframt fleiri onnur søvn og verkstøð. MuseumsQuartier er ein av heimsins størstu listamiðdeplum við út við 3,5 milliónum vitjandi um árið.
At hetta listasavnið nú hýsir eini stórari føroyskari framsýning, kunnu vit takka málinum hjá Torkili Nielsen á Landskrona í 1990 fyri. Eyðmýkjandi tapið móti Føroyarum er við tíðini vorðið ein partur av tilvitskuni hjá eysturríkarum, og forvitnið er økt samsvarandi.
Nú Eysturríki í summar er vertur saman við Sveis fyri EM í fótbólti, hava tey í Leopold Museum nýtt høvi til at funnið út av, hvat hendir á føroyska listapallinum. Tí var savnsleiðarin á Listasavni Føroya, Helgi Fossádal, bjóðaður til Wien á vári í fjør. Sambond vórðu fingin í lag, og dr. Michael Fuhr, sum er listfrøðiligur atstøðingur, vitjaði aftaná í Føroyum, so hann við egnum eygum kundi síggja og velja út verk til framsýningina.
Dr. Fuhr var í Føroyum í nógvar dagar og fekk hollan kunnleika um bæði eldri og yngri list. Hann valdi 86 verk út til framsýningina í Wien. 35 listafólk frá Sámali Joensen-Mikines til ta ungu Anniku á Lofti eru umboðað.