Í dygdargóða, men stokkuta mentanartíðarritinum Bragi var ein serliga áhugaverdur teigur, ið nevndist "Fyrimynd", har myndlistafólk greiddu frá einum listaverki, ið hevði veitt teimum listarligan íblástur. Listafólkini valdu høvuðsverk úr vesteuropisku listasøguni. Ingálvur av Reyni greiddi frá sínum yndisverki hjá italska meistaranum Uccello, meðan Torbjørn Olsen hevði valt eina av litmeldursmyndunum hjá tí eldra Monet. Í blaði nr. 1/2001 greiðir Zacharias Heinesen frá Cézanne og mynd hansara "...Kyrrlutamynd við súreplaskál" 1879-82. Hann skrivar m.a.: "Seinastu myndir hansara kunnu tykjast ólidnar. Hann hevði ognað sær so stóran kunnleika innan bæði materiali og málningahátt, at hann kundi skapa ein málning við fáum strokum". Her sum í tekstinum í síni heild, hóma vit stóru virðingina fyri franska listamanninum, sum tordi at fara sínar heilt egnu vegir, ið skuldu føra til kollveltingar í heimslistini.
Cézanne
Cézanne var avgjørt ikki nakað undurbarn, men mátti veruliga stríðast fyri at gerast listamaður. Hann var 21 ára gamal, tá hann avgjørdi at gerast listamálari, men varð av ráðaríka pápa sínum noyddur at lesa lógfrøði. Hann fór tí ikki av álvara í gongd við listina fyrr enn nøkur ár seinni. Tað gekk ikki so væl í fyrstani og Cézanne fann seg bæði tá sum alt lívið í støðugum iva, hvørt hann var ein góðtakiligur málari ella ei. Hann búði styttri tíðarskeið í listarliga miðdeplinum Paris, men vendi altíð heimaftur til sín elskaða heimstað, Aix í Provence, har hann búði og málaði tað mesta av ævi síni. Listarliga tók hann støði í tí gamla romantiska stílinum, sum hann byrjaði at avrita, m.a. við Delacroix sum fyrimynd. Rættiliga skjótt fingu myndirnar ein serliga pastosan, tilfarsligan dám, ið góvu gruna um, at hesin málarin ikki var nøgdur við at kopiera teir gomlu meistararnar. Yrkisleið Cézannes fór fram samstundis við ta hjá impressionistunum, sum hann eisini framsýndi saman við fleiri ferðir, eins og fleiri av myndum hansara vísa greiðan íblástur frá hesum listaráki, sum kollvelti listaheimin í 1870 unum. Cézanne var saman við m.a. Manet og Degas øðrum fleiri ferðir frávístur almennu framsýningini, Heystframsýningini, sum var nálareygað, tú skuldi ígjøgnum, um tú ætlaði tær eina yrkisleið innan myndlistina í tátíðar Fraklandi.
Impressionisma
Cézanne var hugtikin av impressionistunum, av teirra reinu litum og royndum at fanga ljósið í uttanduramálningum. Men hann saknaði harmoniska sniði, fullfíggjaðu javnvágina og sterka einfeldi, sum hann helt eyðkendi listaverkini hjá teimum klassisku meistarunum sum t.d. Nicolas Poussin (1594-1665) í hvørs myndum allir formar og rørslur tykjast samsvara hvørjum øðrum. Cézanne dámdi ikki óruddiliga og tilvildarliga árinið í impressionistiskum myndum og setti sær fyri at skapa eina list, sum var veruleikatrúgv, men sum samstundis var ótilvildarlig, føst komponerað og harmonisk. Hesum stríddist hann við í mong ár og fann sína heilt egnu loysn, sum er ein av orsøkunum til, at Cézanne er mettur at vera ein tann mest umráðandi slóðbrótarin fyri tí kubistisku og seinni tí abstraktu myndlistini. Sum vit síggja í fleiri landsløgum og kyrrlutamyndum frá 1880 og frameftir er stórur munur millum málingarháttin hjá Cézanne og tann hjá impressionistunum. Hitt lutfalsliga bjarta og reina litavalið hava teir til felags, men meðan myndevnini hjá impressionistunum tykjast meir ella minni upployst av ljósárini, ið sæst sum prikkar og blettir, tykjast bæði súrepli, skálir og bakgrund á kyrrlutamyndini hjá Cézanne hava sera fastan og haldgóðan form. Myndflatin er bygdur upp sum eitt mynstur av geometriskum formum, sirklum, ovalum og fýrkantum, sum eru íbirtir av paralellum pensilsstrokum. Tað er serliga áhugavert við myndunum hjá Cézanne, at hann manipulerar við perspektivinum í myndunum, eins og hann umframt myndevninum sjálvum, gevur bakgrundini skugganum, luftini, mjørkanum og táminum fastan form. Við øðrum orðum tykist rúmdarillusiónin; tað at tú sansar dýpdina í myndarúminum ikki serliga umráðandi og hetta, at tað verður pilkað við illusionistiska perspektivið, er ein av orsøkunum til, at Cézanne er skýrdur faðir at modernaðu listini.
Kubisma
Síðani renesansuna hevði listin verið mimetisk ella veruleikaeftirlíknandi eins og eitt vindeyga móti heiminum. Tað vóru myndir Cézannes, ið saman við frumkendari list góvu Pablo Picasso (1881-1973) íblástur til kubismuna, ið er ein endalig uppgerð við mimetiska kravið til listina. Við kubismuni verður staðfest, at eingin grund er til, at myndlistin skal yvirhalda nátúrlógir sum t.d., at vit menniskju bert kunnu hava eitt sjónarhorn í senn. Í hansara víðgongdu mynd "Frúnnar úr Avignon" frá 1907 síggja vit sostatt kvinnurnar frá síðuni og frammanífrá í senn; fleirstøðan sæst í og við, at nøsin sæst frá síðuni, meðan eyguni eru sædd frammanífrá. Lítil ivi mann vera í, at føroyska myndlisin eisini er merkt av kubismuni, men onkursvegna tykjast Cézanne og hansara eftirmenn (t.d. Matisse) hava havt enn størri týdning, kanska tí at teir tóktust hóligari og ikki eins víðgongdir og Picasso. Ella var kubisman møguliga ov hugsað og ov greinandi til heimligu myndlistina.
Franskur íblástur
Konstruktiva árinið frá Cézanne er enn sjónligt í føroysku samtíðarlistini. Cézanne hevur sanniliga eisini havt góðar sendiharrar bæði í Føroyum og í danska listaumhvørvinum, ið hevði alstóra ávirkan á føroysku myndlistina. - Siðurin hjá føroyskum listafólkum at fara á danska kunstakademiið at læra, hevur sum kunnugt rátt heilt fram til tað yngra ættarliðið. Cézanne var fyrimynd hjá fleiri donskum listafólkum, t.d. Edward Weie (1879-1943) og svianum Karl Isakson (1878-1922), ið aftur vóru fyrimyndir hjá føroyskum listafólkum sum t.d. Ingálvi av Reyni. Eins og lærarin hjá Zacharias Heinesen á kunstakademinum, Niels Leergaard, valdu teir sær Bornholm sum myndamiðdepil og vórðu tí nevndir "Bornholmaraskúlin". Vit høvdu eisini ein framúr góðan Cézanne-formidlara her heima. Tað var danski listamaðurin Jack Kampmann (1914-1989), sum í mong ár búði og virkaði í Føroyum. Í summum av hansara landslagsmyndum síggja vit júst sama málingahátt, ið Cézanne fann fram til. Ruth Smith (1913-1958) stígur framúr í føroysku listasøguni við sínum sterku sjálvmyndum, men eisini við vøkrum landslags- og bygdamyndum. Hon var ómetaliga sjálvatfinningarsom og oyðilegði myndir, sum hon ivaðist í voru nóg góðar. Hesum viðvíkjandi minnir hon ikki sørt um Cézanne. Hugfarsliga myndin "Skálabeiti" ber brá um hennara stóra áhuga fyri impressionistunum og serliga fyri Cézanne. Dentur er lagdur á ljósárinið við løttum, skitsukendum pensilsstrokum, sum á impressionistiskan hátt káma myndevnið, men her hevur listakvinnan eins og Cézanne valt at leggja dent á geometriskar formar, trý- og fýrkantar, ið savna kompositiónina til eina harmoniska heild. Hóast vit varnast dýpdina á gøtuni inneftir, tykjast fleiri partar av myndini rættiliga flatir, t.d. bøurin og bygningurin á høgru síðu, ið tykjast koppa fram móti myndaflatanum og sum hervið bjóða illusionismuni av.
ZH06
Framsýningin hjá Zachariasi Heinesen verður fyrsta serframsýning, sum verður hildin í hølunum á Tórshavnar Skipasmiðju, har Heystframsýningin stóð sína fyrstu væleydnaðu roynd í fjør. Tað eru sløk hálvthundrað ár síðani Zacharias byrjaði á Myndlistaskúla Íslands í Reykjavík. Síðani í árunum 1959 til 1963 lærdi hann á kunstakademinum í Keypmannahavn. Eins og Cézanne sum fráleið hevði nøkur fá myndevni, ið hann dyrkaði, hevur Zacharias dyrkað sítt myndevnið í so stóran mun og við so góðum úrslitum, at vit kunnu siga, at hansara máliháttur hevur skapað skúla í Føroyum. Bygdin við havið er eitt so dúliga brúkt myndevnið, at tað í støðum tykist slitið sum ein klisjé. Allíkavæl hava tær góðu myndirnar hjá Zachariasi frískligan og spildurnýggjan dám, har landslagsmyndevnið verður nýtt sum málihøvi til at leggja litir á eina flatu eftir einari ávísari listarligari hugsan og skipan. Og hóast myndevnið er tað sama, sæst ein spakulig broyting í máliháttinum yvir í móti eini meira blaktrandi, ófriðarligari yvirflatu. Myndirnar hjá Zachariasi eru bjartar og tíðum eru grundlitirnir umboðaðir; gulir og reyðir litblettir festa í bláar og grønligar flatur, sum eru uppbygdar av fleiri litløgum soleiðis, at allur myndaflatin er líkur einum skyggjandi, samansettum teppi. Hóast myndirnar hjá Zachariasi sjálvandi eru nakað væl meira abstraktar enn tær hjá Cézanne, tykjast somu krøv verða sett til bygnaðarligan greidleika, har formarnir skulu samsvara hvørjum øðrum. Tey uttastu, pastosu málingaløgini, ið eru strokin ella spartlað á løriftið, geva myndayvirflatuni ein ruflutan dám, sum fangar ljósið í framsýningarrúminum. Hetta uttara ljósið spælir saman við tí glitrandi ljósinum, sum liggur aftan fyri og skínur út ymsastaðni í myndini gjøgnum tey mongu løgini av máling. Ljóskeldan er ikki naturalistisk og her er ein av teimum stóru mununum millum Zacharias og impressionistarnar. Kanska kann mann siga, at summar av hansara myndum framleiða eitt egið ljós í staðin fyri sum impressionistarnir at skráseta ljósið í náttúruni. Vit fáa at síggja, tá framsýningin hjá Zachariasi Heinesen letur upp á Tórshavnar Skipasmiðju leygardagin 27 mai. Eisini verður eyðvitað gjørt nógv burtur úr franska flogvitinum hetta árið. Fyri listaáhugað kundi eitt aktuelt summarfrítíðarhugskot verið at vitja vakra suðurfranska landslutin Provence. Sí www.cezanne-2006.com