Mikudagin í komandi viku verða fleiri føroyskir listamálningar seldir á uppboðssølu í Herlev, Danmark. Í rúgvuni finnast m.a. málningar eftir Ingálv av Reyni og Sámal Joensen-Mikines Lauritz.com er í norðurlondum ein kend uppboðssølufyritøka, sum hevur nógvar uppboðssølusalir í Danmark, Noregi, Svøríki og Týsklandi. Á heimasíði teirra er nógv av hvørjum á uppboðssølu, men serliga er tað list, ið er eyðsýnd á síðuni.
Og fyritøkan er í hesum døgum farin undir eitt tiltak, sum er serliga áhugavert fyri føroyingar. Í sínum bygningi í Herlev hevur fyritøkan nevniliga valt at sýna fram føroyska list, og samstundis geva áhugaðum møguleika at keypa listina, sum fyri tað mesta er málningar, men eisini tekningar og skurðmyndlist.
Og tað eru ikki einir og hvørjir listamálarar, ið finnast í rúgvuni. M.a. finnast málningar eftir navnframu Ingálv av Reyni og Sámal Joensen-Mikines, umframt at nógv onnur og dugnalig føroysk listafólk hava sínar málningar á staðnum.
Á heimasíðuni hjá Lauritz verður víst á, at føroysk list gerst alsamt meira eftirspurd í Danmark. Hvør einstakur málningur er virðismettur av fyritøkuni, og virðini røkka frá 1.000 krónum heilt upp í 80.000 krónur.
Føroyingar hava møguleika at geva sítt boð uppá málningarnar umvegis alnótina. Heimasíðan hjá Lauritz er www.lauritz.com, og víðari leinkja til føroysku listina finst til høgru á forsíðuni.