Føroysk list á netinum

Nú hava 3 føroyskir teldufrøðingar, við alski til føroyska list, tikið seg saman um eitt gallarí á alnetinum. Ein sølumiðstøð uttan landamark. Samráðingar hava verið við 10 føroysk listafólk, løgfrøðingar og onnur, og brátt kann føroysk list keypast á netinum frá FarArts

Nú hava 3 føroyskir telduráðgevar í Danmark tikið seg saman um eitt gallarí á alnetinum. Eitt gallarí, ið hevur føroyska list at bjóða.

Undir heitinum FarArts er ætlanin at bjóða og marknaðarføra føroyska list. www.fararts.com kann væntandi vitjast longu um hálvan juni ella har á leið, men sølan byrjar væntandi ikki fyrr enn í juli. Heimstaðið á netinum keyptu teir í 1999.

Teir tríggir, ið bjóða seg fram sum gallaríeigarar á netinum, eru Bogi K. Mouritsen, Bjarni Johansen og Christian Didriksen Grahn. Teir starvast allir sum telduráðgevar í Danmark, men hava umframt hetta eisini alskin til føroyska list felags.

Um vikuskiftið hevur Bogi K. Mouritsen verið í Føroyum og samráðst við listafólk og løgfrøðingar og tað byrjar at koma á pláss, sigur hann.

Fararts er eitt smápartafelag, sum teir 3 teldufrøðingarnir eiga í felag og hava frammíhjá. Teir vænta ikki stóra sølu beinanvegin, men vóna tó ikki at vera fyri fíggjarligum smeiti. Og hóast talan er um ítriv hjá trimum monnum í føstum starvi, so er talan um eitt felag, ið sjálvsagt helst skal bera seg. Í byrjanini verður talan um fastar prísir, men seinni verður møguliga talan um uppboðsølu.

Teir valt sær 10 føroysk listafólk at samráðast við. Tey 10, sum eru við í ætlanini eru Amariel Norðoy, Hansina Iversen, Edward Fuglø, Kári Svensson, Eyðun av Reyni, Rannvá Kunoy, Astrid Luhin, Sigrun Niclasen, Olivur við Neyst og Zacharias Heinesen.

Tað serstaka við hesi ætlan er, at føroysk list nú verður á sølustað, ið ikki hevur nakað landamark. Hinvegin er heldur ikki talan um nakran veruligan - fysiskan - búðstað.

Bogi K. Mouritsen sigur, at hann veit ikki um annað gallarí, ið bert er á netinum. Onnur gallarí hava heimasíður, ið vísa, hvat tey hava at bjóða. Men talan er iki beinleiðis um gallarí og sølu on-line á netinum.


Koyr í vognin

Trýstir ein seg inn á síðuna hjá FarArts, so kann ein velja seg víðari. Kinna Poulsen hevur skrivað søguliga grein um føroyska list og hon hevur eisini skrivað tað, ið vert er at vita um tey umboðaðu listafólkini. Aktuelly verkini eru eisini í føgrum litmyndum.

Allur tekstur er á føroyskum, donskum og enskum.

Søla á netinum er ikki nýggj, men tó er eitt og annað nýtt ella serstakt við FarArts. Mong gallarí eru ikki á netinum. Tað er víst. Talan er bert um frumverk(originalar), ið eru til sølu. Forritið, ið verður nýtt, er ment til endamálið.

Er tað so, at ein ger av at keypa, eftir at hava lisið um listafólk og sæð myndir av verkum, ið eru til sølu, so kann ein velja sær ein innkeypsvogn og fylgjast kann við, hvussu nógvan pening ein nýtir, alt eftir hvussu nógv ein koyrir í vognin. Gjørt verður upp í dollarum

Og sum heild kann sigast, at talan er um eina seriøsa ætlan á høgum støði. Sáttmálar eru við hvørt einstakt listafólk og tey hava eisini loyvi at selja til annan keypara, sum tað gerst aktuelt, at eitt verk, sum er til sølu hjá FarArts, verður umbiðið hjá listafólkinum sjálvum.

Goldið verður á netinum við korti. Eisini er ein hegnislig skipan, ið tryggjar at gjalding fer rætt fram og at alt er í lagið. Í løtuni verður arbeitt at fáa øll slík viðurskifti á pláss og at fáa góðkenning á røttu støðunum.

Avtala er eisini við Flogfelag Føroya. Tá keypt verður, verður kortið kannað. Flogfelagið fer út til listafólkið eftir verkinum, smíðar ein kassa, ið fær ávíst tracking nummar.

Á heimasíðuni hjá DLH (samstarvsfelgi hjá Flogfelagnum) kann ein so við tracking nummarinum fylgja verkinum. Bogi Mouritsen hevur sjálvur roynt slíka skipan, tá hann t.d. hevur keypt bók frá kenda netsølustaðnum Amazon. Sjálvt, tá pakkin flytur vørubil, fæst hetta at vita. Og kemur flytimaðuin á hurðina og eingin er inni, so verður hetta eisini skrivað og vart verður gjørt við tað. Soleiðis veit ein altíð hvar pakkin er, um tað so er ein keypari í New York, ið keypir frá listafólki í Føroyum.


Til New York

Seinni í ár skulu fleiri av listafólkunum, ið eru umboðað hjá FarArts, til New York at stilla út.Tá ætla menninir aftanfyr FarArts sær við fyri at gera vart við seg. Bogi K. Mouritsen sigur, at vónandi gongur so mikið væl tá, at felagið kann gjalda fyri ferðina. Men, leggur hann brosandi afturat, at um ikki, so ætla teir 3 listafjeppararnir sær avstað hóast alt.

Fólk við áhuga fyri føroyskari list, listasøgu, ella bert fólk við vanligum forvitni, kunnu leita sær inn á www.fararts.com

Um mánaðarskiftið kemur væntandi rættulig gongd á og talan verður um eitt føroyskt gallarí uttan landamørk. Enn eitt boð um, at heimurin minkar og møguleikarnir vaksa. Eisini hjá føroyskari list..

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.