Føroysk list á Kjarvalsstøðum

»Tað er mær ein heiður at vera til staðar á tí mæta listasavni Kjarvalsstøðum, nú framsýningin av føroyskari nútíðarlist skal lata upp.

Vegna Tórshavnar bý og føroyingar allar vil eg takka fyri, at Kjarvalsstaðir vildu lata høli til hesa framsýning, og eg vil serstakliga takk stjóranum, Eiriki Torlákssyni, fyri at hann á sinni vildi gera so væl at koma til Føroya og saman við Haraldi Inga Haraldssyni, stjóra fyri Listasavninum á Akureyri, gera sær eina mynd av tí, ið rørist í føroyskari myndlist í dag. Á hesum grundarlag, í samstarvi við Gunnar Hoydal, rithøvund og listaummælara, og Kinnu Poulsen listafrøðing, gjørdu Eirikur og Haraldur tað úrval, vit í dag síggja á hesi framsýning. Eg vil eisini nýta høvið at takka Gunanri og Kinnu fyri myndaskránna, ið gjørd er í sambandi við framsýningina.

Bretin Herbert Read, ið telist ímillum gløggastu listaástøðingar og mentanarhøvundar í okkara øld, segði á sinni: »Tað finnast enn í heiminum nakrar fáar smáar tjóðir, sum hava klárað at staðið ímóti tíðarinnar fjøldarneurosu. Um slíkar tjóðir kunnu varðveita sína andaligu sjálvstøðu, so er hetta ein støða, ið rúmar stórum møguleikum fyri listini«. Herbert Read sigur seg ræðast tær navnleysu kreftir, ið vilja leggja niður mørk, framskunda samskifti og javngera, standardisera, tilveruna. Í tí heiminum kann frælsi merkja, at tú velur avbyrging og líkasælu. Men tað veruliga frælsi er eitt frælsi til at virka, skapa, røra seg í mun til aðrar frælsar eindir. Í staðin fyri ta andlitsleysu altjóða hópmentanina tekur hann undir við øllum, sum kann styrkja tað fjølbroytta og ymiska. Eitt dynamiskt frælsi til at skapa, sigur hann, fara vit í framtíðini helst at finna í samfeløgum av rímiliga lítlari stødd, har fólk komast við hvørt annað, og har ein persónsmenska kann fáa frítt rásarúm og vælvild frá áskoðarum og áhoyrarum.

Vert er at geva gætur, at hetta er skrivað í 1949. Longu tá kundi Read altso nýta hugtak sum »tíðarinnar fjøldarneurosa« - okkurt hevði hann sagt, hevði hann vitað um ta kollveltandi samskiftistøkni, ið hevur øst hesa neurosu uppaftur meira, og tann altjóða undirhalds- og mentanarídnaðin, ið hevur hesa tøkni sum fortreyt.

Føroyar eru ein lítil tjóð, ið kanska kann gera orð Herbert Reads til síni. (Ísland er so stórt - íslendingar eru fimm ferðir so fjølmentir sum føroyingar, so teir hoyra ikki heima í hesum kjaki).

Íslendingar hava eina listasøgu longu úr 17.-19. øld - tað hava føroyingar ikki. Myndlistin kemur ikki rættiliga til Føroya fyrr enn við teimum fyrstu landslagsmálarunum, Niels Kruse og Jógvani Waagstein, ið eru at kalla javngamlir við íslendingarnar Tórarinn B. Torláksson. Einar Jónsson og Ásgrím Jónsson. Vit kunnu siga, at myndlistin av álvara byrjar sum ein nýggj listargrein í Føroyum í 1930-árunum við Mikines, ið er 20 ár yngri enn tykkara Kjarval.

Tann sterki atdrátturin at náttúruni hevur eyðkent tey flestu føroysku listafólkini higartil. Tað var serliga eftir seinna kríggj, føroysk myndlist fekk eitt fjølbroytt og samansett andlit við mongum gávuríkum myndlistafólkum. Vit kunnu kanska siga, at ein serlig stevna hevur sermerkt hetta fimtiára skeiðið. Vit hava varnast, at útlendskir eygleiðarar og ummælarar hava givið sær fara um ein serligan »skúla« á hesum øki. Listafólk okkara - serliga málararnir - hava funnið hugskot og grundarlag fyri list síni úr náttúruni - hvørt á sín hátt, men felags er tann ekspressionistiska grundhugsanin: Landslagið skal ikki avmyndast, lýsast ella greinast, men nýtast sum grundarlag og upprunastøði fyri persónligari tulking og fríum arbeiði við formum og litum.

Hvussu støða Føroya fer at vera í komandi tíðum yvir fyri teimum nýggju rákunum í heimslistini, vita vit ikki. Sum nú er, kunnu vit siga, at listafólk okkara framvegis hugsa rættiliga klassiskt og tykjast hava lítlan áhuga fyri tí minimalistiska og konseptuella, sum í dag er í fremstu røð. Men tað er sjálvsagt ikki tað, ið er umráðandi. Spurningurin er einans: - hevur skaparin lagt sína sál í verkið, og er hendan sál áhugaverd, upphavslig, hugfloygd og falsleys, soleiðis at ein virðismikil persónsmenska á ógreinandi hátt setir sín dám á verkið, og verkið sostatt fær í dag nakað av tí gátuføra og ógreinandi undri, ið vit duga so illa at orðbera, men sum tala til eitt djúpari tilvit? Um so er, kunnu vit nýta orðið list. So kann formurin í sjálvum sær vera siðbundin ella nýskapandi, vælkendur ella ongantíð áður sæddur. Tað er ikki avgerandi í sjálvum sær.

Listafelag Føroya, ið skipar fyri hesi framsýning á Kjarvalsstøðum, fyrireikaði ta fyrstu stóru framsýningina av føroyskari list nakrantíð uttan fyri føroysku landoddarnar í Keypmannahavn í 1956. Tann næsta stóra framsýningin av føroyskari list uttanlands var í Listasafni Íslands í Reykjavík í 1961. Bæði íslendsku vinir okkara og vit hildu, at nú var tíðin komin at gera eina nýggja stóra framsýning í Reykjavík.

Tað skal vera vón mín, at hesi verk, ið 13 føroysk listafólk hava gjørt, fara at hava áhuga hjá okkara íslendsku frændum, og við hesum orðum lati eg upp hesa framsýning«.


Levur Hansen, býráðsformaður