Føroysk list í Forum

Fimm føroysk listafólk umboða Føroyar á listastevnuni Art Copenhagen í Forum um vikuskifti Dagarnar 19-21. september er Art Gallerie Listagluggin við á eini listastevnuni, Art Copenhagen - nordens kunstmesse 2008 í Keypmannahavn.

Talan er um størstu, norðurlendska listastevnuna, ið verður hildin í Forum, á hvørjum ári. Við á messuni verða 78 gallarí úr øllum norðanlondum, og hetta er fyrstu ferð, at Føroyar verða umboðaðar við einum gallarí, ið serstakt vísir fram føroyska list.

Listagluggin fer at vísa fram nýggj verk hjá Edvard Fuglø, Zacharias Heinesen, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Kára Svensson.

Í samband við luttøkuna er gjørd ein heimasíða ? www.listagluggin.com . Í fyrstu atløgu ber til at síggja øll listaverkini, ið verða við á messuni umframt aðrar myndir. Seinni verða eisini listaverk hjá øðrum føroyskum listafólkum at síggja á heimasíðuni.

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Art Copenhagen ? www.artcopenhagen.dk.