Føroysk list fagnað í New York

Týskvøldið var frumframførslan av dansisýningini “The Architecture of Loss”, og Guðrun & Guðrun og Rannvá Kunoy áttu part í sýningini.

 

Enn einaferð hava føroysk listafólk vunnið sær viðurkenning uttanfyri Føroyar – hesaferð í New York.

 

Guðrun & Guðrun hava sniðgivið búnarnar til teir 11 dansararnar, og Rannvá Kunoy hevur gjørt myndirnar til pallin.

 

Urd Johannesen, umboð fyri Norðurlandaráðið er í hesum døgum í New York, og var eisini við til framførsluna.

 

- Frumframførslan var sera væl móttikin, og føroysku luttakararnir vóru fagnaðir, og hava fingið nógv rósandi orð fyri bæði design og myndir, greiður Urd frá í dag.

 

Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og aðrir føroyskir stovnar hava stuðlað dansisýningini, og Norðurlandahúsið hevur átikið sær tann Norðurlendska partin, sum umframt Guðrun & Guðrun og Rannvá Kunoy eisini umfatar íslendska tónasmiðin Valgeir Sigurðsson.

 

- Tað var ein stór løta at síggja føroyskt design og føroyska list trína á pallin í New York. Eg haldi veruliga vit hava sett føroyska list á heimskortið, staðfestir Urd Johannesen.

 

 

Mikukvøldið var eitt tiltak á skránni, sum eitur “New York Celebrates the Faroe Islands” á Scandinavia House, har eitt nú pløgg hjá Guðrun & Guðrun vóru sýnd fram, eins og nakrar framløgur vóru á skránni.