Føroysk list fær av grovfílini

Tað stendur illa til við føroyskari list, um framsýningin »Føroysk samtíðarlist« á Bryggjuni í Keypmannahavn er umboðandi, heldur listaummælari á Politiken, sum tó rósar Brandi Patursson


Framsýningin »Føroysk Samtíðarlist«, sum løgmaður setti á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn herfyri, meðan sendiharrar úr øllum heiminum lýddu á, verður nú mest sum húðflett av listaummælaranum á Politiken, Torben Sangild. 



Kvøldskúlalist

- Flestu listafólkini borðeiða við verkum av slíkum slagi, sum tú finnur á lokalu caféini ella á kvøldskúlaskeiðum, heldur ummælarin og sipar eitt nú beinleiðis til pastellittu verkini hjá Ankeri Mortensen.

Eisini gipshøvdini hjá Andriasi Andreasen fáa botnkarakter, tí tey sambært ummælaranum hvørki hava úttrykk ella innhald, meðan symboltungu grafisku verkini hjá Mariusi Olsen eru mest at líka við kitsch.

Millum fáu glottarnar, sum toga samlaða karakterin til framsýningina upp úr absolutta botninum, nevnir ummælarin videoverkið hjá Tummas Jákupi Thomsen og dukkuhúsini hjá Hanna Bjartalíð. 



Eittans veruligt listafólk

Sambært Torben Sangild er tað tó Brandur Patursson, sum er einasta veruliga góða listafólki, ið er við á framsýningini. Fram um øll hini verkini, heldur hann fínu og ræðandi drekabeinagrindina í gelékendum glasi hjá Brandi Patursson rættvísgera framsýningina.

- Her fáa vit eitt brá av tí, sum listin kann, nevniliga gera okkum ótrygg við at skapa nýggjar samanhangir og harvið seta ferð á okkurt í kroppinum á sjálvt tí óforskammaða ummælaranum, sigur Torben Sangild.

Samanumtikið heldur ummælari á Politiken tó, at um hendan framsýningin er umboðandi, so stendur illa til við føroyskari samtíðarlist.

Við á framsýningini eru Andrias Andreassen, Anker Mortensen, Brandur Patursson, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Marius Olsen og Tummas Jákup Thomsen.

Framsýningin er opin fram til 6. september.