Føroysk list í Esbjerg

Hesa vikuna hava tríggjar føroyskar listakvinnur framsýning í hølunum hjá Føroyingafelagnum í Esbjerg

Tað eru ikki tey kendu nøvnini í føroyska listaheiminum, sum sýna síni verk á framsýningini í Esbjerg.
Tey, sum kenna føroyska list, munnu kortini kennast við okkurt navnið. Eitt nú hevur Rúna Hansen, sum er ættað úr Fuglafirði, havt fleiri framsýningar ymsastaðni í Eysturoynni og í Smiðjuni í Lítluvík, eins og hon eisini hevur verið við á Ólavsøkuframsýningini nakrar ferðir. Rúna hevur gingið eitt ár á listaskúlanum í Randers, og síðani hon flutti til Esbjerg, hevur hon undirvíst á kvøldskúla.
Sanna Rasmussen, sum er úr Vestmanna, er í ferð við tað fjórða lestrarskeiðið á listaskúlanum í Randers og verður liðug um tvey ár. Hon hevur havt fleiri framsýningar ymsastaðni í Danmark, og um nakrar fáar vikur skal hon hava framsýning í Randers, har hon býr. Fleiri aðrar framsýningar standa eisini á skránni næstu mánaðarnar. Umframt málningalist fæst Sanna eisini við glaslist.
Triðja listakvinnan, sum er við á framsýningini, er Lív Eidesgaard, sum er ættað úr Oyndarfirði. Í sínum dagliga yrki er hon hárfríðkanarkvinna, men hevur fingist við at mála seinastu seks árini. Lív hevur verið eitt ár á listaskúla í Esbjerg, men hon ætlar sær ikki at skifta saksin út við pensilin. Listin er og verður eitt ítriv, sigur hon.
Framsýningin hjá teimum trimum endar um vikuskiftið.