Føroysk lið kunnu møta Burnley

Mikukvøldið klokkan 19.45 spæla Fulham og Atletico Madrid finalu í Europa League kappingini. Finalan verður á HSH Nordbank Arena í Hamburg, og verður dystarbyrjan klokkan 19.45.

 

Spælarar og viðhaldsfólk hjá NSÍ, Víkingi og EB/Streymi hava eina ógvuliga góða orsøk til at vóna, at Fulham vinnur finaluna ímóti Atletico Madrid.

 

Tí vinnur Fulham Europa League, so sleppur Burnley - sum annars flutti niður úr Premier League - við í Europa League. Burnley sleppur tá við í Europa League, tí teir hava staðið seg so væl í Fair Play roknskapinum.

 

Vinnur Fulham mikukvøldið, og Burnley vinnur rættin til at taka lut í Europa League, so verður Burnley við í fyrsta undankappingarumfarinum til Europa League.

 

Í tí hattinum verða eisini NSÍ, Víkingur og EB/Streymur. Fyrstu umførini í Europa League eru liðini deild upp í landafrøðilig øki, og tá Føroyar og Ongland eru partur av sama øki, verður møguleikin avgjørt til staðar, at antin NSÍ, Víkingur ella EB/Streymur sleppur at møta Burnley. Og tá er talan um eitt satt dreymalutakast.

 

So allir fótbóltshugaðir føroyingar fara óivað at senda Fulham ein vakran tanka mikukvøldið.