Føroysk lesandi um allan knøttin

   

Fleiri enn 70 føroyingar lesa nú hægri lestur uttan fyri Norðurlond
Í løtuni eru í minsta lagið 73 føroyingar, sum lesa hægri lestur uttan fyri Norðanlond. Hetta vísa seinastu tølini frá Stuðulsstovninum, sum umsitur ÚSUN skipanina (ÚtbúgvingarStuðul til lesandi Uttan fyri Norðurlond.)
Stuðulin til skúlapengar - Tuition Fees - er upp til 120.000 kr. um árið í normeraðu lestrar-tíðini plus eitt ár. Hetta verður latið til útbúgvingar sum SU-styrelsen í Danmark góðkennir. Umframt stuðulin til skúlapengar fæst SU-stuðul - Statens Uddannelsesstøtte - sum er uml. 4.000 kr. um mánaðin til vanligar útreiðslur, sum td. mat, íbúð og annað
Stuðulin til skúlapengar - Tuition Fees - er fyri einum góðum ári síðani hækkað t il 120.000 krónur. Hetta sær út til at hava hjálpt, tí heystið 2002 fingu 25 nýggir studentar stuðul eftir ÚSUN kunngerðini, men í ár eru 38 nýggir studentar, sum eru komnir inn í ÚSUN skipanina. Nú eru tilsamans 73 studentar, sum fáa stuðul eftir ÚSUN skipanini.

Fleiri nýggj lond
Stóra Bretland er tað landið har flestu føroyingar nema sær útbúgving, tá ið Føroyar og Danmark ikki eru tald við. Í løtuni eru 55 studentar í Stóra Bretlandi, 20 teirra lesa í Skotlandi og 12 teirra í Aberdeen, býurin er sostatt tann størsti føroyski lestrarbýurin uttanfyri Norðurlond. Í Onglandi eru 29 lesandi, Wales 4 og Norðurírlandi 1 lesandi.
USA er næststørsta landið, tá ið umræður føroysk lesandi uttanfyri Norðanlond, í løtuni fáa 7 føroyingar, sum lesa í USA stuðul eftir ÚSUN skipanini.
Umframt Stóra Bretland og USA eru 9 lond á listanum hjá ÚSUN, tey eru: Kanada, Kuba, Ný Sæland, Kina, Avstralia, Spania, Niðurlond, Peru, Italia. Fýra lond eru nýggj, tey eru: Kuba, Ný Sæland, Kina og Spania.
Tað er undrunarvert at Týskland ikki longur er á listanum. Einstakir føroyingar hava verið í Týsklandi og lisið hægri lestur, men í løtuni er eingin hóast tað mangla fólk við kunnleika í týskum.

Nógvar greinir umboðaðar
At føroysk ung fólk lesa nógv ymiskt fak sæst eisini aftur á listanum hjá ÚSUN. Bólkurin list og tónleikur hevur 10 lesandi, bólkurin mál og miðlar hevur 7 lesandi, bólkarnir búskaparfrøði, søga, lívfrøði og vanligar náttúrufrøðiligar lærugreinir hava 5 lesandi hvør, meðan tað eru 4 ella færri í bólkum sum ferðavinnu, heimspeki, marketing, sosiologi, landafrøðiligar lærugreinir, MBA, flogskipari, løgfrøði, gudfrøði og sálarfrøði.